Tann stóra sangløtan á G!: Ein lítil ólavsøka

Sangløtan á G! minti nógv um felagssangin á ólavsøku


G!Festivalur
                               
Tann stóra felagsløtan á G! var fínasta slag! Ein hugnalig løta á sandinum í Syðrugøtu við eini stórari mannamúgvu. Trioirnar hava verið væl umboðaðar á G! 200 og The Holmes Brothers eru tvinni dømi. Men á stóru sangøtuni vóru heili 3x3 ella níggju av teimum størstu sangskrivarunum í føroyskari poppsøgu. Martin Joensen, Simme, Annika Hoydal og Nikolina av Kamarinum vóru nøkur teirra. Løtan var sera hugnalig, og tú sást mangt eitt parið spáka sær úr Norðragøtu til Syðrugøtu til felagssang.
Hinvegin er spurningurin, um hetta ikki lá eitt sindur ov tætt upp at felagssanginum á ólavsøku um eina viku. Í eini listabók um Ingálv av Reyni verður spurt, um samanhangur var ímillum hansara villu listaverk og hansara stillføra persón. Á G! kann verða spurt, um samanhangur er millum fólkaognir og upphavsfólk teirra. Tí sangløtan á G! var hugnalig. Eingin ivi um tað. Hinvegin er spurningurin, um hendan afturlítandi løtandi riggar inn í tað annars frálíka og progressiva G!-konseptið. Ja, orsaka slík fremmandaorð, men tað finnast tvey sløg at vera bygdasligur uppá. Bygdasligur er tað fyrra, og tað inniheldur ein farra av alheimsgerð, sum G! eisini virkar fyri, nevniliga at síggja tað stóra í tí smáa.
Bygdarsligur er tað seinna, og tað er, tá hugnin og sjónarringuriin avmarkast í egnari bygd. Upplivilsi á sangløtuni var gott saman við legendum úr føroyskum poppi, men kundi nokk flokkast í tí seinnu kategoriini. Tí hvar vóru kári p, Frændur og Terji?
Eivør er ófør, tað vita øll, og hon eigur rós fyri at hava skipað fyri, og sangløtan var stak góð. Men nøkur serstøk festivaluppliving var hendan løtan ikki.