Og so sjálvandi fullveldismagnetin, sum dreygar alt til íslendskar tilstandir.
Rósa Samuelsen leitar eftir pengum, sum skulu loysa hennara uppgávur, sum landsstýriskvinna og veit ikki, hvar hon skal fáa kabalina at ganga upp.
Góða Rósa, monnum so líkt, at kasta frá sær, tá fløkja er komin í, so var eisini í Íslandi.
Eg skal koma við nøkrum hugskotum, sum kanska kunnu hjálpa tær at greiða uppgávuna um at spara pensjónistarnar fyri óneyðugar byrðar skaptar av “úlvum í seyðaskinni” sum søgan tekur til.
Fullveldispolitikarar eiga at fara 50% niður í løn
Tey alment løntu eiga at ofra eina viku um mánaðin
Javnaðartingmenn eiga at ofra tvær vikur um mánaðin
Her eru fleiri milliónir at gera gott við.
Fullveldispolitikkur er orsøk til, at so lítið er í landskassanum. Javnaðarmenn sum eiga at ofra seg fyri tey veiku í samfelagnum hava mist stavnhaldið og eru farnir til at fríggja til bæði høgru og vinstru. Og hettar upp á rokning hjá javnaðarveljarum.
Abbasonur Pól F. sála, skyldmannin, var bersøgin á ólavsøku, har hann segði »Eg átti ein abba, sum segði, at fjøldin er býtt«, tað var um, hví ikki bara, at satsa upp á einstakar, hann ivaleyst meinti. Men hví blíva pensjónistar og onnur góð fólk við at velja upp í saman aftur, tá politikarar svíkja. Sum teir her gera. Teir sleppa ov lætt, hvat við at seta teym treytir?
Teir gomlu høvdu politikkin sum hjartamál og ikki sum »potens forleingjara, sum nútímans politikarar tykjast at brúka sín politiska sess til, fram um at røkja áhugamálini hjá veljaranum.
Eitt annað sum eg lærdi í samfundslæru, á norska háskúlanum, sum eg var á sum ungur, var um, hvussu norðmenn taklaðu fíggjarkreppuna í tríatiárunum.
Og har var samanborið við danir.
Har bleiv sagt, at meðan mangir norðmenn doyðu í hungri, sluppu danir betur, tí teir fóru og læntu pening so leingi nakað var at fáa. Hvar norðmenn startaðu við at spara. Tá so norðmenn sóu, at teir ikki maktaðu støðuna við egnari megi og royndu seg við at fáa hjálp, var ongin hjálp at heinta, ongin hevði nakað at læna av.
Hettar sigur so mikið, at bæði danir og norðmenn sóu eina loysn við at læna, til teir komu burtur úr kreppuni.
Hvat gera okkara politikarar, teir vilja spara so tey veikastu koma í klemmu, og kanska teirra »neyðarróp« loysa upp fyri einari loysn, sum teir í dag ikki tora at taka.
Politikararnir eru ikki teir fyrstu sum blíva svangir. Tað hava teir syrgt fyri.
Vónandi onkur teirra lesur hettar og fær ringa samvitsku. So er nógv vunnið.