Soleiðis gekk tíðin, og Sambandið var so at siga altíð við yvirlutan. Tað gav at bíta, tá Nina Bang, fyrsti kvinnuligi ráðharri Danarkar, í tjúgunum bað løgtingið ummæla lógaruppskot, sum hevði til endamáls at loyva føroyskari undirvísing í fólkaskúlanum í Føroyum.
Men svarið úr Føroyum var eitt tvørt nei. Tað var ikki móðir Danmark, sum segði nei, men sambandsmenn á tingi.
Onkrar løtur hava sjálvstýris- ella loysingarfólk havt meirilutan á tingi. Men tað gav heldur einki, tí tá vildu danir ikki spæla við. Og tá fólkið í Føroyum aftur slapp at tala, so vildu tey heldur ikki. Vit upplivdu tað í 1946, og vit upplivdu tað aftur í hesi øldini.
Kortini nýta vit meira enn helmingin av allari politiskari orku – í meira enn 100 ár, at keglast um fullveldi ella samband.
Og nú vilja fakfelagsfólk hava ein felags front við ávísum politiskum flokkum. Vit kunnu gita, at tað er Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, hugsað verður um. Teir kunnu kanska parast nú, men tað gongur bara ein løta, so fyllir fullveldi meira enn samhaldsfesti, og so er aftur galið.
Vit fara at stríðast soleiðis í nógv ár. Tí vit megna ikki at semjast um eina fólkaatkvøðu, sum skal gera av, hvussu ríkisrættarligu viðurskiftini skulu vera til dømis næstu 50 árini. Fullveldisvongurin risikerar tað ikki, tí hann tapir.
Men tann sum vinnur, er tann snildasti og gløggasti. Og tann sum hevur verið snildastur og gløggastur síðani løgtingsvalið er Fólkaflokkurin, sum hevur sitið við valdið so at siga uttan slit nú í 16 ár. Tí vinnur hann, meðan Tjóðveldi, fakfelagsrørsla og Javnaðarflokkur liggja, sum tey sjálvi hava reitt.