Tann skapandi ungi maðurin í rullistólinum

- Í mínari støðu skal mann bara læra at góðtaka tingini, sum tey eru. Tað er eingin orsøk at blíva við at spyrja "Hví?”. Tað er jú líkamikið hví, tí soleiðis er tað bara, sigur 23 ára gamli Eyðun Salberg Magnussen

23 ára gamli Eyðun Salberg Magnussen hevur vøddasvinn av týpuni duchenne muskuldystrofi. Tað vil siga, at hann manglar eginleikan at framleiða stoffið dystrofin, sum heldur musklunum við líka. 

- Tað ger í roynd og veru bara tað, at eg eri veikur. Eg kann alt, men eg kann tað bara ikki serliga væl. Eg fái hvørki lyft armarnar ella beinini, tí eg havi ikki styrkina til tað. Men eg fái rørt allar musklarnar, tó baraí øgiliga lítlan mun, greiðir Eyðun Salberg Magnussen frá. 

Men alt inni í høvdinum fungerar akkurát, sum tað skal. Eyðun, sum er uppvaksin í Trongisvági, er bæði gløggur, prátingarsamur og hevur ein serliga góðan humoristiskan sans.

Tað er bara kroppurin, sum avmarkar hann.

Sum kunnugt eru tað bara trý fólk í Føroyum, sum hava týpuna muscular dystrophy duchenne.

Føddur soleiðis

Sjúkan er í genunum, sum vil siga, at Eyðun er føddur við tí. Hann kláraði at ganga, inntil hann varð átta ára gamal, tá hann fekk sín fyrsta rullistól. Eftir hetta bleiv hann veikari og veikari.

- Tað gekk serliga niður av bakka í tannáringaárunum. Eg legði tó ikki so væl merki til tað, tí tað gekk so spakuliga. Nú fer ikki so nógv at henda aftrat, tí eg eri umleið komin so langt niður, sum eg kann, sigur Eyðun Salberg Magnussen.

Hann hevur stuðul 24 tímar um døgnið, sum hjálpir honum við øllum teimum tingunum, hann ikki megnar at gera sjálvur í gerandisdegnum.

Kreativur sum fáur

Eyðun Salberg Magnussen er sera kreativur av sinni og hevur altíð dámt væl at kasta seg út í ymsar kreativar verkætlanir. Hann hevur ein serligan tokka til tað skrivaða orðið og dámar sera væl at skriva stuttsøgur. 

Eitt vanligt knappaborð er eingin fortreyt fyri at kunna skriva á teldu. Tað ber nevniliga saktans til at skriva við skermknappaborðinum við at brúka músina, og tað gongur fínt, tí Eyðun fær væl brúkt fingrarnar.

Hann ger nógv burtur úr at taka online-skeiðir í ymsum skrivikynstrum, har heimskend fólk undirvísa gjøgnum video. Við hvørjum skeiði fylgja nakrar stuttligar og avbjóðandi uppgávur, sum Eyðun hugtikin plagar at loysa á masterclass.com.

Á telduskýggjanum vísir Eyðun, hvussu hesi skeiðini ganga fyri seg, og hvussu ein uppgáva kann síggja út. Hendan eina uppgávan snýr seg um at umskriva eitt kent ævintýr í einari heilt aðrari tilvildarligari sjangru - og tað er ein terningur, sum avgerð kombinatiónina. 

- Tað er ymiskt, hvussu leingi tað tekur mær at gera einstøku uppgávurnar. Um eg seti meg niður og komi ordiliga í støtið, so kann eg skriva nokkso nógv. Men tað veldst eisini um orkuna hjá mær, og eg hugsi nógv skjótari, enn eg skrivi.

Plot-twist og óvanlig evni

Eyðun Salberg Magnussen hevur gott hugflog, og hetta sæst aftur í søgunum hjá honum.

- Mær dámar væl at finna uppá sovorðið, sum ikki er so vanligt, og mær dámar væl at gera nógv burtur úr plot-twistum, sigur Eyðun, sum í hesum sambandi hevur funnið út av, at mann skal ansa sær, hvørji evni mann skrivar um í Føroyum. 

- Eg kann gott blíva eitt sindur nervøsur fyri, at fólk halda, eg meini tað, eg skrivi, sigur hann skemtandi.

- Tað ber væl til at skriva um ting, sum einki hava við eins persónligu meining at gera. Men eg haldi, at eg havi lært at ikki leggja í. Um fólk halda, eg eri persónarnir, eg skrivi um, so lat tey halda tað. Tað er eitt kynstur at seta seg í skógvarnar hjá øðrum uttan at føla tað sjálvur, sigur Eyðun og vísir á hugtakið empati.

Lesur innvolverandi bøkur

Ungi maðurin brúkar eisini nógva tíð upp á at spæla spøl, hyggja at filmi og lesa bøkur. 

- Um mann skal skriva og blíva ein góður rithøvundur, so hevur tað stóran týdning at hoyra nógvar søgur, sigur hann.

Eyðun fær millum annað íblástur frá teirru amerikonsku bókaseriuni, Choose Your Own Adventure. Hann fortelur um hugskotið handan hesar bøkurnar:

- Mann lesur bøkurnar, sum eru skrivaðar í øðrum persóni, og so verður lesarin biðin um at gera av, hvat skal henda í søguni. Til dømis kann mann blíva spurdur, um høvuðspersónurin skal fara til høgru ella vinstru. Við hvønn svarmøguleika stendur hvør sítt síðutal, sum mann skal blaða upp á, alt eftir hvønn møguleika mann velur, greiðir Eyðun Salberg Magnussen frá. 

Listarligar gávur sum fáur

Kreativu evnini hjá Eyðuni síggjast eisini aftur í hansara tekningum, sum hann hevur nógvar av. Hann plagar at hava tekningarnar hangandi á vegginum, men av tí at hann kortsíðani er fluttur inn í nýggja íbúð, eru myndirnar ikki komnar upp at hanga enn.

Men tær eru á telduni. Hann vísir nakrar av myndunum fram, og tað er ikki eiti á listarlig evni, hesin ungi maðurin hevur. Hann hevur sín serstaka stíl, og tekningarnar eru litríkar og humoristiskar. 

- Um eg skrivi eina søgu um onkrar persónar, so dámar mær væl at tekna teir eisini. Tað gevur mær onkursvegna eina klárari mynd í høvdinum í mun til søguna. Um eg komi í tankar um okkurt, sum eg vil tekna, so tekni eg tað. Tað er sum at fara á ves, tað má bara út, sigur hann við einum skálkasmíli. 

##med3##

At góðtaka støðuna

Tað gevur góða meining hjá Eyðuni at brúka so nógva tíð í kreativa horninum.

- Mær dámar tað sera væl, men eg fái jú heldur ikki gjørt so nógv annað. Eg fái ikki arbeitt vanligt, líka sum onnur fólk, so okkurt má eg gera, sigur hann.

Eyðun hevur langt síðani lært at góðtaka sína støðu við rørslutarni.

- Í mínari støðu skal mann bara læra at góðtaka tingini, sum tey eru. Tað er eingin orsøk at blíva við at spyrja spurningar sum “Hví eg? Hví?”. Tað er jú líkamikið hví, tí soleiðis er tað bara.

Hetta hevur sett tingini í perspektiv, og hann veit, at mann ikki kemur langt við at vera negativur.

- Eg kann gott blíva eitt sindur irriteraður, tá fólk lasta sær sjálvum fyri ting, sum tey ikki kunnu stýra. Tað er eingin orsøk til at fara heilt niður í kolkjallaran, tí at tað til dømis er kríggj í heiminum. Mann kann ikki steðga øllum tí keðiliga í heiminum kortini. Og tað nyttar ikki at føla seg illa um tað, tí mann ikki fær gjørt nakað við tað, sigur Eyðun Salberg Magnussen.

##med4##

Góðar umstøður í Føroyum

Positiva lyndið sæst eisini aftur, tá mann spyr hann, hvussu umstøðurnar hjá teimum, sum bera brek í Føroyum, eru.

- Um mann leitar eftir trupulleikum og avbjóðingum, so ber sikkurt til at finna okkurt, sum kann gerast betur. Men fyri mítt viðkomandi eru umstøðurnar góðar, sigur hann og samanber við Danmark.

- Umstøðurnar hjá rørslutarnaðum í rullistóli eru væl betri í Danmark, um mann hugsar um gongubreytir, sum jú allar eru á flatum lendi. Men tað fær mann ikki gjørt nakað við í Føroyum, tí her er bratt av natúr, sigur Eyðun, sum brúkar ein pinn á rullistólinum at stýra við, tá hann ferðast í almenna rúminum.

- Tað kann vera óhugnaligt at fara eftir einari brekku og so knappliga snurra til síðuna og blíva lyftur upp úr stólinum. Mann følir tað so øgiliga gott, tá mann koyrir, fortelur Eyðun.

- Burtursæð frá hesum eru umstøðurnar fínar. Men eg má siga, at eg haldi tað vera løgið, at summi matstøð og onnur støð ikki hava best møguligu atkomuviðurskifti til fólk við rullistóli. Tað kann ikki vera so ringt at gera tað møguligt hjá rullistólum at koma inn. Tað haldi eg, skuldi verið krav, sigur Eyðun Salberg Magnussen.