Tann skaddi verður møddur

- Sum støðan er nú, eru tað fleiri, sum mekja sviðan av, at tryggingin ikki er nøktandi. Tað eru eisini fleiri, ið meina, at tryggingin ikki er áhuga í at hjálpa fólki, tá tey koma at krevja sín rætt.

Tað sigur Føroya Fiskimannafelag í dag.

Seinastu dagarnar er nógv komið út á heimasíðuna hjá felagnum. Landsfundur er í morgin, og eisini er felagsformansval í gongd í hesum døgum og fram til endan av januar.

Á síni heimasíðu í dag staðfestir Føroya Fiskimannafelag, at tryggingin ikki virkar, sum hon skal, og lagt verður aftrat, at tað eru tey, sum spyrja, um tryggingin beinleiðis mótarbeiðir fólki, ið hava rætt til útgjald.

- Tað er sera ivasamt, um tryggingin røkir sína skyldu. Tað kann ikki vera rætt, at vanlukkutryggingarráðið skal blíva við at biðja um prógv frá læknanum fyri tí sama skaðanum - upp í fleiri. Er hetta ikki bara fyri at møða tann skadda, so hann ikki orkar ella er førur fyri at krevja sín rætt?

Felagið heldur, at tað má vera eitt krav, at tá tú teknar trygging, eigur tú at kunna seta títt álit á, at tú hevur eina trygging.

- Tað nyttar einki at hava eina trygging á einum skjali, tá hon ikki virkar í verki. Hvat ætlar løgtingið at gera við hetta? spyr Føroya Fiskimannafelag í dag.

Myndin til henda tíðindastubban er tilvildarliga vald.