Steintór Rasmussen hevur skrivað fjórðu krimisøguna í bindiklubbarøðini. Nýggja skaldsøgan eitur »Seytjandi maðurin«, og hendingarnar fara fram í politiska umhvørvinum. Bókin verður løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin.
»Seytjandi maðurin« snýr seg um eitt beiskt løgtingsval. Føroyingar eru sum altíð ymiskir á máli, hvør stevna gagnar fólkinum best. Misnøgdin við fleiri av landsins politikarum er kortini vorðin so mikið stór, at ein nýggjur flokkur verður stovnaður.
Tá fólkavalda umboðið fyri Grønu Føroyar, ið gerst avgerandi atkvøðan í føroyskum politikki, hósmorgunin eftir fiskivinnutingið doyr í eini illgrunasamari ferðsluvanlukku, eru fólk skelkað og ruðuleikin í landinum fullkomin.
– Lagnufulla brotsmannasøgan grevur upp nakrar gamlar syndir. Hon lýsir øvundsjúkuna millum menniskju, svik í barnaárunum, ta vandamikla girndina og hvussu politisk lokabrøgd ala fram í hampafólki djúpa vónloysisøði og drepandi hatur, verður sagt í umrøðu av nýggju bókini.
Nýggjasta krimisøgan hjá Steintóri Rasmussen, »Seytjandi maðurin«, verður framløgd á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 16.30. Framløgan verður í Klingruni. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs, sigur nøkur orð, og Kim Hansen syngur og spælir. Eisini verður møguleiki at hitta rithøvundan, og hann signerar sína aktuellu krimi-skaldsøgu.