Tannáringavikuskiftið í Dáanum

Í eina tíð hevur umlættingarheimið Dáin í Klaksvík skipað fyri einum vikuskifti um mánaðin, har tannáringar búgva á heiminum, og tey sleppa at hugna sær av røttum saman

Klaksvík: Inni í stovuni í Dáanum sita nøkur ung og hugna sær við einum kaffmunni ella temunni við onkrum góðum afturvið. Úr sjónvarpinum dunar SATSA kappingin, og tey sita og práta, meðan tey hyggja. Nøkur teirra leypa upp frá, tá tey síggja, at fólk eru komin á gátt, meðan onnur halda fram við at eta køku og drekka kaffi.
Tey hava júst verið úti í Pizzaria og fingið sær eina góða pizza, og so er gott at fáa okkurt leskiligt omaná.
Tey, sum eru savnað saman í Dáanum hetta kvøldið eru ikki bara úr Klaksvík. Onkur er út Vágunum, Eysturoynni og úr Havn.
Tey duga væl at hugna sær, og hetta vikuskiftið er vorðið til nakað, sum tey gleða seg til hvønn mánað.
Hendingaríkt
Fríggjakvøldið spældu tey Gekk. Tað dámar teimum øgiliga væl. Ein teirra vann, men tað eydnaðist ikki at sleppa í gjøgnum til Gekka studio.
Leygardagin rokaðust tey við neytamykjukapping størsta partin av seinnapartinum. Dáin skipaði fyri einari neytamykjukapping til frama fyri nýggjum bussi til heimið.
Hetta dámdi teimum væl, og tað tók umleið ein tíma, áðrenn vinnarin av tarvinum, varð funnin.
? Nú fara vit at hava diskotek, sigur Margit, sum situr í rullustóli. Men tað er ongin forðing hjá henni. Hon dansar kortini.
Diskotekið hava tey inni í einum rúmi, sum tey kalla hvíta rúm. Tað er eitt, sum navnið sigur, hvítt rúm, har bæði veggir, gólv og song eru hvít. So eru lampur inni har, sum geva nakað av liti frá sær. Hetta er eitt sokallað sansarúm, har brúkararnir í Dáanum plaga at slappa av um dagarnar. Og ein kennir eisini á sær, at tað er eitt ella annað yvir rúminum, sum gevur einum eina kenslu av tryggleika. Men í kvøld fer tað ikki at ganga stillisliga fyri seg í hvíta rúmi.
Elin hevur verið og lagt smyrsl uppá, so nú er hon klár bæði til myndatøku og at fara at dansa. Elini dámar væl at framføra, og tað er ongin slingur í valsinum, tá hon tekur mikrofonina og fer at syngja. Hini seta seg í seingina, sum stendur inni í rúminum eina løtu, men so fara tey eisini at dansa.
Og tónleikurin frá Nósafløguni verður skrúvaður harðari frá, meðan tey ungu dansa so glað inni í hvíta sansarúminum í Dáanum. Sjálvt starvsfólkini, sum í kvøld eru tvey í tali, fara eisini upp á gólvið at dansa. Tað er ongin ivi um, at hugnin er í hásætinum í Dáanum í kvøld, og at lagið er í topp.