Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Barbara Brattaberg, sum svarar
"Havi verið til nógvir sera góðir og stuttligir SF, tó er ein eg ongantíð gloymi.
Fyri fýra árum síðan varð kunngjørt, at Twisted Sister kom á SF, og teir mátti eg uppliva. Eg keypti okkum atgongumerki til SF, og vit skuldu fara fríggjadag eftir arbeiðstíð norð til Klaksvíkar á festival.
Meðan eg koyri heim hoyri eg í KVF, at ein myndakapping er og at vinningurin er at sleppa backstage at hitta Tvisted Sister. Eg gjørdi skjótt av, tók eina selfie við lp plátunum, eg átti av TS, og sendi inn, og eg vann. Eg og sonurin Torstein sluppu síðan backstage, og tað var stórt. Eg fekk autografar á lp pláturnar, var til myndatøku, og slapp at práta við limirnar í bólkinum, ein tannáringadreymur varð gingin út."









