Tann rami gandur

Harry Potter rúnarbindur børn og vaksin í næstan tríggjar tímar. Næsti filmurin í røðini um tann dámliga gandakallin við tí heimskenda arrinum í pannuni er uppaftur betri enn tann fyrri, halda børnini. Hevur tú lisið bøkurnar um Harry Potter, kanst tú róliga fara í biograf. Tú keðir teg ikki eitt sekund.

FRUMSÝNING
Ingi Rasmussen

»Eg gleði meg longu til nummar 3 kemur!«
Frumsýningin av filminum ?Harry Potter og kamarið við loynidómum? er bara nakrar fáar minuttir gomul, tá 7 ára gamli síðumaðurin í berum ovfarakáti gevur filminum sítt allar besta viðmæli.
Orðini eru samstundis ein staðfesting av tí stóra spenningi, sum leingi hevur verið. Tann síðsti mánaðurin hevur verið ein long Harry Potter-niðurteljing, og endiliga sleppa vit aftur inn í hendan magiska heimin við talandi málningum, sveimandi ljósastakum og quittich ? eitt bóltspæl á kustaskøftum.
Lat tað bara vera sagt beinanvegin: Børnini við mína lið pipraðu, flentu, kløkkaðust og gleddust í samfullar 160 minuttir, sum filmurin tekur.

Trokan í høll
Tað er í grundini tann rami gandur, at Harry Potter megnar at varðveita áhugan hjá bæði smærri og størri børnum í næstan tríggjar tímar. Tað einasta, ið virkar ov langdrigið, eru steðgirnir, sum eru óneyðuga langir. Men Havnar bio skal eisini leingi liva.
Longu áðrenn filmurin byrjar, følir tú tætta spenningin í luftini, sum angar av søtum poppkorni. Hóast góð tíð er eftir, er longu fult í forhøllini, har børnini trokaðust sum í gomlum døgum. Tað er sum til frumsýning í útlondum, og útselt var fleiri dagar áðrenn fyrstu sýning. Enn er útlendski galladámurin kortini ikki heilt komin til Havnar, so hattarnir, kustarnir og gandastavirnir eru eftir við hús, men onkur hevði latið seg í Potter-troyggjuna.

Tutl og tesk
Tá filmurin byrjar klappa børnini í spontanari gleði. Tey kunnu ikki lata vera.
Meðan filmurin gongur, hoyrist suði alla tíðina. Tutl og tesk frá foreldrum, sum umseta og forklára, og børnum, sum spyrja ella geva sína meining til kennar.
»Harry snakkar so snedigt.« »Ja, og hann er blivin so stórur«, siga tey bæði 7 og 9 ára gomlu báðu megin við, fyrstu ferð tey síggja Harry aftur aftaná eitt heilt ár. Men tað er ikki so løgið. Harry er farin í pubertetin, og fyri hvørt ár sum gongur, til allir lovaðu sjey filmirnir hava verið, verður hann eitt ár eldri ? líka sum børnini sjálv. Tað sama eru Ron og Hermione, hansara góðu vinir. Tey umboða tað góða, og í felag berjast tey saman við øðrum góðum kreftum móti teimum óndu. Voldemort. Bara navnið fær tað at skelva í stólarekkjuni.
Hesaferð verður tað til stríð við eitt stórt ódjór, og ta løtuna gibbaði tað fleiri ferðir í børnunum. Men uttan at avdúka ov nógv so endar alt gott, og hjartanemandi er tað eisini onkra løtuna.

Aftur til bókina
Aftaná ivast børnini ikki. Hatta er tann besti filmurin, tey nakrantíð hava sæð. Og tey fara enntá so langt sum at siga, at hann er nógv betri enn tann fyrri.
Kanska hava tey rætt. Hesaferð er ikki neyðugt at spilla tíðina við at forklára alt universið og persónarnar. Farið verður beint til søguna, tí vit kenna teir rotnu muglararnar, sum eru vit gandaleysu, og so teir spennandi lærararnar, næmingarnar og livandi deyðu á Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist.
»Eg má síggja hann aftur,« eru tey skjót at siga, tá vit aftur standa uttanfyri í muglaraverðini.
Tíverri mugu vit bíða eitt heilt ár, áðrenn tann triði filmurin í røðini kemur. Men vit kunnu troysta okkum við, at tann fjórða bókin á føroyskum kemur fyrsta dagin. Og er tað nakað, sum er betri enn at fara í biograf saman, so er tað at lesa bøkur saman.