Tann ræðu­liga Havn

Johan Mortensen, Valevni hjá Tjóðveldi
----

Tað er ikki lætt at síggja, men hjálagda mynd er ikki ein mynd av einari tanks forðing frá Seinna Heimsbardaga . Hetta er høvuðsgøtan í Tórshavn. Tað er ófatuligt at hetta skrímslið av einari gøtu ikki verður fríðkað um. Fáið hasi jørnini burtur, fáið betongið burtur, fríðkið hasi ljótu húsini ella takið tey burtur, flyt­ið skulpturin burtur til meira hóskandi stað og lat okkum so fáa bil­ar­nar burtur um somu leið. Mið­býurin og Vaglið eru í dag ein ljót asfalt­oyði­­mørk har hvørki fólk ella hand­ilslív kunnu trív­ast.
Tjóðveldið vil fáa lív aftur í Miðbýin, tað er ikki torført um vilji og kreativitetur er til staðar. Ein liv­andi, barna­­vinarligur, vakur, hugna­ligur miðbýur, uttan bilar, sum karmur um eitt blómandi hand­ils­lív og kreativa frítíð er endamálið.