Tann ræðandi dagurin

Í dag er fríggjadagur 13. Dagurin verður fram um allar aðrar roknaður sum óeydnisdagur, hóast hagtøl heldur stuðla upp undir, at talan er um tryggari dag enn aðrar dagar

Tríggir 13. í ár

Hvørt er minst ein fríggjadagur 13. og í mesta lagi tríggir. Teir mánaðir, sum byrja við einum sunnudegi, hava fríggjadag 13. Í ár hava vit tríggjar av hesum døgum: 13. januar, 13. apríl og 13. juli.


Tann tryggi dagurin

Í Niðurlondum vísur uppgerð, at tað henda færri ólukkur, innbrot og eldsbrúnar fríggjadagar 13. Tað er Dutch Centre for Insurance Statistics, sum kannaði hetta í 2008. Eisini vísur tað seg, at tað er heldur tryggari at koyra bil hesar dagar enn aðrar dagar. 


Tempulharrar álopnir

Fríggjadagin 13. oktober í 1307 gav franski Kong Philip IV boð um at fanga allar tempulharrar í landinum. Óteljandi tempulharrar vórðu fangaðir og brendir á báli júst hendan dagin. Hildið verður, at júst hesin dagurin í 1307 hevur ein leikut í, at júst fríggjadagur 13. er blivin óeydnisdagurin fram um allar.


Ræðufilmsrøð

Í 1980 varð fyrstu ræðufilmurin undir navninum Fríggjadagur 13. framleiddur. Filmurin snúi seg um drápsmannin Jason Voorhees, sum drepur frá hond við Crystal Lake sjógvin. Síðani er ein long røð av blóðugum filmum gjørd undir hesum hesum heiti.

(mynd)



Fríggjadagsfobi

Summi fólk ræðast so illa fríggjadag 13., at tey hava eina fobi fyri degnum. Hendan fobi kallast paraskavedekatria.



Milliónir ávirkað

Stress Management Center and Phobia Institute í North Carolina í USA metir, at millum 17 og 21 milliónir fólk í USA eru ávirkað av ótta fyri fríggjadegi 13. Hetta ger dagin til tann dag og tað dato í søguni, sum mest stúran og ótti er knýtt at. Sambært stovninum broyta nógv framferð hesar dagar, og summi eru so rædd fyri degnum, at tey liggja heim fríggjadagar 13.



Ikki gamalt í Føroyum

Fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen sigur, at hann veit ikki um pátrúgv frá gamlari tíð í Føroyum í sambandi við fríggjadag 13.

- Vit hava havt fríggjadagspátrúgv frá gamlari tíð í Føroyum. Fólk skuldu ikki byrja nakað nýtt fríggjadag, men hetta við fríggjadegi 13. er nýggjari her á landi, sigur Eyðun Andreassen.

- Eg veit ikki, um fólk trúgva uppá, at fríggjadagur 13. er ein óeydnisdagur, men tað er í øllum førum eitt samtaluevni millum fólk, og vit hugsa um tað. Í gjár kom eg heim við flogfari, sum fór frá gate A12. Eg legði til merki, at har vóru bæði gate A11 og A14, men eg sá onga A13. Eg veit ikki, um tað hongur saman við pátrúgv.