Virgar T. Dalsgaard
-----------------------
Fyri fáum mánaðum síðani var fyri eina ferð skyld ein konstruktiv roynd til fordómsfrítt orðaskifti um ta undarligu og forkryplaðu málstøðuna í Føroyum. Vit høvdu leingi havt brúk fyri hesi debatt, - bæði í útvarpi og bløðum, tí vit eru allarhelst einasta natión í verðini, har nógv fólk neurotiskt hveppa seg við at brúka sítt egna dygdargóða móðurmál, sjálvt tá ið tey skulu skriva ein illan brævastubba ella eina umsókn.
Hvussu ber tað til, at so nógvir føroyingar hava fingið ta undarligu vanlagnu, at teir ikki tora at brúka tað natúrliga og ókonstrueraða málið, teir hava fingið frá foreldrum og ættarumhvørvi?
Jú, svarið er tað einfalda faktum, at í Føroyum situr, uttan heimild í nakrari løgtingssamtykt, ein lítil junta av fanatiskum smaksdómarum, og billar sær inn, at hon hevur rætt og format til at avgera, hvussu føroyskt skal vera.
Men føroyskt er so nógvar ferðir øðrvísi, rúmligari og hópin meira fjøllbroytt, enn tann blóðfátæka betong-dialektin, sum okkara fantasileysu dogmatikarar sita og fuska við. Føroyskt gerandismál er avgjørt nógv ramligari, orðaríkari og stílsterkari enn tann selektiva og ofta óforstáiliga sunnudags-kodan, sum teir totaliteru og freku málfundamentalistarnir vilja noyða fólk at velja fram um sítt egna mál.
Puristar eru nalvaskoðandi skapikrukkur
Teir provinsiellu dogmatikararnir, sum sjálvir kalla seg puristar, vilja lata føroyskt mál úr sínum nossliga og nuanceraða búna og smoyggja løggutar og óklæðiligar íslendskar spjarrar niður yvir okkara móðurmál í staðin fyri. Men teir íslendsku kloddarnir rigga slett ikki. Tann íslendska spennitroyggjan hylkir ógvuliga illa uppi á føroyskum máli.
Í allarflestu kulturmálum er puristur eitt skemdarorð, sum ber boð um heimføðisliga, trongskygda og diktatoriska tankagongd, men okkara málhøvuðkambar breggja sær av purismu og eru ernir av at vera fantasileysir afturhaldsmenn við nalvahorisonti.
Teir hvørki vilja ella kunnu fata, at føroyskt mál fyrst og fremst er tað, sum føroyingar brúka, og avgjørt ikki tær fjákutu og hjálparleysu orðakonstruktiónirnar, sum óhegnigir orðaskraddarar sita og rimpa saman við kanska góðum vilja, men oftast smáum evnum.
Av tí orðameingi, málskraddarar barsla við, er bert hendingaglosa brúkilig. Málmenn duga óivað formella grammatikk, men teir hava sjáldan nakað subtilt máloyra ella serligt hegni til skrivaðan tekst.Teir hava, stutt sagt, ikki skaldakynstur, og tað mugu næstan lyriskar gávur til fyri at loyva sær at pilka við tann hevdvunna grund-strukturin í málinum.
Hættislig bronglan av fak-terminologi
Tað lítla sindrið av tekst, sum higartil er komið frá teimum núlivandi puristunum, hevur, ið hvussu so er, ikki stílistiskt imponerað nakran – tað hevur, mjúkt sagt, verið elegant sum betong, og hartil ikki sørt komiskt. Hjá mongum yngri føroyingi hevur tað ofta verið ein plága og eitt fortvivlað Sisyfos-arbeiði at fáa nakra logiska meining burtur úr tí irrationella orðavavstrinum, sum er komin frá teimum ráðaríku puristunum (sí t.d. sonevndan ”frymil” um tekstanalysu hjá Skúlabókagrunninum).
Teir fata ikki, at málið er til fyri at upplýsa, forklára og týðiliggera. Eitthvørt tungumál er eitt viðbrekið og fínt instrument; tað er okkara avgjørt mest týðandi intellektuella amboð, sum slett ikki tolir bondska og óstortsliga viðferð, men kortini vilja summir av málmonnunum partout sleppa at mishandla málið við at lúka, pilka, klípa, skera, høgga, deformera og uniformera tað , og so steindoyr tað! Fyri hesar menn er formurin meira avgerandi, enn innihaldið. Hjá summum av teimum er formurin alt, og tá kemur øll faklig terminologi í álvarsaman vanda.
Úrslitið verður, at mong sonevnd ”føroysk” faklig tekst er óforstáilig, uttan serligar facit- ella orðalistar. Sjálvt í barnaskúlanum verður fakligt erkennilsi forstýrað av ”filologiskum” refleksiónum. Relevantir brúksanvísningar verða reint volapykk. Tekniskar vegleiðingar kunnu beinleiðis blíva lívsfarligar, men her kunnu tey flestu tíbetri enn ráðføra seg við lættforstáiligar og klárar danskar tekstir. Sjálvt poesi og litteraturur verður vavt inn í mjørkatalu, sum ofta má dekodast fyri at fáa nakra meining burturúr.
Fleiri næmingar í matematikk mugu gevast á hendur, - og tað er ikki tí, at teir fakliga ikki kunnu fylgja við, men tí, at teir ikki duga málkoduna, sum uppgávurnar eru krógvaðar í.
Ein slík ”kryptering” hevði í øðrum londum verið roknað fyri kyniskt tilætlað social sortering, so bara tey heilt fáu, sum duga at dechifrera ta ”serføroysku” koduna, sum matematikkin er ballað inn í, sleppa at loysa uppgávurnar.
Kaotiskar próvtøkuepisodur
Tað verða fortaldar groteskar søgur frá fleiri próvtøkum, har hvørki tey vakthavandi, skúlastjórar, ella næmingar hava kunnað gitt, hvat eksamiu-uppgávu-juntain meinar við tí problematikki, hon mystiskt og esoteriskt, hevur vovið og broderað, sum um tað var gandur og kabbalisma. Tað tykist, sum um endamálið er, at bara tey fáu, sum hava orkað at sett seg inn í ta stupidu og primitivu rebus-terminologiina hjá puristunum, fáa ein tjans til at vísa, hvat tey duga av matematikk. Henda ósømuliga og ódemokratiska pedagogikk er eftirhondini við at gerast rein parodi.
Bara tað, at menn av sínum eintingum innføra eina óforstáiliga kodu í eksaminerings-málbrúki, er longu púra óacceptabult! Tað finst hvørki juridisk ella moralsk heimild í nakrari skúlalóg til slíkt maktmisbrúk. Tað er altavgerandi, at tað mál, sum verður brúkt til eksaminatión, er alment brúkt, alment kent og ikki elitert! So leingi sum bara ein fanatiskur partur (valla fjórðingur) av fólkinum brúkar tey ”kunstigu” skapikrukku-orðini, skal tað almenna uppgávutilfarið verða formulerað á vanligum og ókrukkutum talimáli.
Hava okkara fólkavaldu politikkarar verið for hampiligir ella gáloysnir? – Eftir øllum at døma hevur lítið og einki parlamentariskt eftirlit verið við teimum puristisku fundamentalistunum. Teir hava jú tikið sær púra fríar hendur til nógv onnur absurd tiltøk.
Td. hava teir, uttan nakra heimild, beint fyri einum parti av alfabetinum, tí teimum ikki dámar vissar bókstavir. Teir hava eisini lokkað Føroya tele til at brúka eina fulkomuliga vitleysa alfabetisering, har ein persónur við forbókstavinum ”á” ikki longur kann finnast undir ”a” sum hann kundi fyrr, ein við ”í” ikki longur undir ”i”, etc. Hetta er ófólkaligt og hartil irriterandi fyri allar brúkarar, men heilt óacceptabult fyri útlendingar.
Tann skandaløsa mannagongdin í Skúlabókagrunninum
Harumframt hevur ein lítil klika av fólki við serligari persónligari dagsskrá sitið í Skúlabókagrunni og ymsum málnevndum og favoriserað ávís puristisk og ofta fakliga illaskrivað manuskript, meðan teir líka so systematiskt hava saboterað útgávuna av fakliga solidum manuskriptum.
Tað mátti verið tankavekjandi hjá føroyskum skattaborgarum og politikarum at vita, at Skúlabókagrunnurin, sum hevur fingið monopolstatus í Føroyum, fyri skattgjaldarans rokning kritikkleyst sleppur at velja og vraka eftir puristiskum- og ikki fakligum princippum.
T.d. hevur ein av okkara bestskrivandi monnum fingið eitt manuskript saboterað í áravís, bara tí at hann ikki vil lúta fyri heimføðingum og heldur ikki vil lata seg kúga av teimum censurerandi puristunum. Manuskriptið er annars fakliga góðkent og mett at vera framúr vælskrivað.
Tey flestu skúlafólk kenna eisini barokku søguna um atlassið, har geografurin Rolf Guttesen fyrst var konsulentur, men seinni varð frásettur, tí hann ikki vildi ganga við til tað fakligt óforsvarliga navnabrúkið, sum Skúlagrunna-fundamentalistarnir kravdu. So setti man eitt super-frell í staðin fyri Rolf Guttesen.
Tað ovurfúsa orðafrellið, sum avloysti Rolf er als ikki geografur, men tað førdi seg kortini fram sum frelstur og fanatiskur orðapolitistur.. Soleidis valdi man ta bornertu fanatismuna fram um ta kønu ekspertisuna. Konsekvensurin er, at vit hava eitt totalt avskeplað atlass, sum tey allarflestu ikki hirða ella orka at brúka.
Sjónleikarafólk vórðu noydd til at skriva tittulin til tann kenda sjónleikin hjá Henriki Ibsen: Peer Gynt sum Per Gúnt, tí onkrum erkvisnum puristi ikki dámdi ”y”. Hetta er serliga tragikomiskt, tí Henrik Ibsen hataði norskar puristar og stríddist móti teimum alt lívið. Hann helt, at teir forpestaðu litteraturin við sínum smáttskorna og fjákuta censuri. Hevði hann livað og vitað um ta føroysku purist-versiónina, hevði hann óivað alt fyri eitt skrivað ein nýggjan sjónleik, sum hevði verið spoyskari enn Peer Gynt.
Tey spinklu argumentini tola ikki rationella debatt
Sum fleiri hava nevnt, átti herostratiska Pisakanningin at verið eitt álvarsamt og pínligt memento fyri allar føroyskar politikarar.
Tann málkøni debattørurin Regin Eikhólm hevði nógv føroysk fakfólk við sær, tá ið hann fyrst í útvarpinum og síðani í bløðunum, nevndi, at føroyskt mál ikki kann brúkast sum amboð, so leingi sum man firnast alt, sum bara líkist donskum og samstundis liggur á búkinum fyri næstan øllum íslendskum. Henda debattin er tíbetri ikki kódnað enn. Og tá ið tað ræður um málbrúk eru øll ekspertar, og vitan um grammatikk gevur ongum málmanni størri autoritet, enn vanligi brúkarin. Eingin kann taka patent uppá málið!
Tessvegna livir debattin framvegis í hvørjum heimi, á hvørjum læraraverilsi og á mongum arbeiðsplássi, og hvørt mansbarn hevur demokratiskan rætt til eina málsliga meining! Puristarnir vildu helst havt, at alt orðaskiftið doyði ella var forhondscensurerað á bondum (sic)! Tí teir ráðaríku máldreingirnir hava ongantíð torað ella maktað rella debatt.
Hetta sóu vit einabest í 90´unum, tá ið tann barokt stuttligi og samstundis relevanti
málteigurin í Sosialinum gav trongskygdum málmonnum svøvnleysar nætur. Purismumenninir tordu ella kláraðu ikki at svara aftur við argumentum. Tí teir høvdu eingi; teir høvdu bara sínar fjaðursáru grammatikk-dogmur, totaliterar doktrinir og onnur illa undirbygd absoluttir.
Hjá teimum skuldi alt vera ”ex cathedra”, sum hjá Pávanum,so at sjálvt tey mest steinøru tiltøk ella páfund ikki kravdu nakra motivering ella grundgeving! Hjá so einoygdum monnum standa sjónarmið ikki til debatt. Men sjónarmið eru ikki natúrlógir!
Tað føroyska almenna málið má og skal vera liðiligt og hent fyri einhvønn føroyskan brúkara.
Tað føroyska skúlamálið skal eisini vera líka brúkiligt fyri allar føroyskar næmingar, og tað verður tað aldri, so leingi sum tað situr ein puristisk klika við monopolrætti til útgávu av føroyskum skúlabókum. Tí mugu tað koma direktiv frá løgtinginum um, at fakmálið í skúlabókum skal vera so klárt og prægnant, at eingin misskiljing kann vera – annars verða føroyskir næmingar, sum frá líður, somu hjálpaloysingar sum íslendingar, tá ið teir skulu studera á tí europeiska kontinentinum.
Tað kann ikki vera ein sømulig uppgáva hjá ”vaksnum monnum” at sita og plága skúlabørn við at sløra meiningina og skeikla tann hárfína logikkin í fakligum teksti við vanskeplaðum og talentleysum orðaskrímslum. Hesar andskræmiligu konstruktiónir obstruera og distrahera fakligu innlæringina; harafturat drena tær tann fakliga tekstin fyri konsekvens og relevans, men eisini seriøsitet, soleidis at innihaldið risikerar at blíva lágkomiskt og láturligt. Slíkur atburður er ein pedagogisk brotsgerð móti tí viðbreknu fak-terminologiini.
Vit hava ikki brúk fyri orðafútum
Tey allarflestu vilja sleppa undan arrogantum orðafútum, sum í heilum gera seg inn á folk við teirra vitleysu puristisku krøvum og vánaligu ”ráðum”. Máldreingir hava ongan moralskan rætt til, hvørki telefoniskt ella skrivliga, at leggja trýst á t.d. blaðfólk, útvarpsfólk, bókaútgevarar, sjónleikarar, lærarar ella onnur tekstafólk um at sleppa at halda um skøvningin á teimum, so tey málbera seg øðrvísi, enn tey sjálvi høvdu ætlað!
Vit liva enn í einum samfelag, sum ikki hevur innført mál-ella orðapoliti! Skilagóð fjølmiðlafólk skullu hava arbeiðsfrið, og ikki órógvast av orðafútum. Tey skullu fyrst og fremst hugsa um, at móttakarin forstendur tey, og so mugu puristiskar lótir víkja.
Tíbetri gevur tann danska grundlógin okkum øllum fulkomuligt skrivi- og talifrælsi enn! Í samsvari við hesa skilalóg er allur censurur strikaður á donskum ríkisøki, so tí er alt moldvørpuarbeiðið, líka frá teimum meinigu málpolitistunum og heilt upp til tann ”allarhægsta” orðafútan, púra ólógligt.
Tíðin má nú vera komin til at taka eina uppgerð við fanatikararnar. Fólkið treingir til eitt dugiligt, funktionelt og lætt mál, sum bæði tann skrivandi, tann lesandi og tann lurtandi forstendur, uttan ”ekspertar” ella aðra konsulenthjálp. Fólk eru við at vera leidd og troytt av kodumáli og kryptering. Tey vilja fata tað, sum sagt og skrivað verður! Vit mugu krevja parlamentariskt kontrol við intrigunum og lobbysjúkuni í almennum stovnum, serliga í Skúlabókagrunninum, soleiðis, at málið aftur verður fólksins ogn!
Puristarnir skullu sjálvandi privat og sínámillum sleppa at tíggja sær akkurát, sum teir vilja, men teir mugu halda heilt upp at við at plága onnur við sínum orðaskepilsum. Teir mugu heldur ikki sleppa fram at journalistiskum virksemi, tí har ræður serliga nógv um ikki at grugga, men týðiliggera og forklára, so at móttakarin hvørki ivast ella misfatar!
Málkrukkurnar skulu avgjørt sleppa at dyrka sítt løgna ”newspeak” í serligum felagsskapum ella klubbum, har tær kunnu spæla sær alt samdøgurið við krypteringini og meiningsmjørkanum bara tær lata øll onnur hava sítt ektaða føroyska mál í friði og náðum.
Tá høvdu puristar sýnt tilkomnan og demokratiskan atburð, og vit onnur áttu sjálvandi, um enn við undrandi brosi at tolerera teirra absurdu og grotesku gruggingar-hobby sum eitt antikverað og anakronistiskt, men ikki óinteressant kuriosum.
Hvítusunnuaftan 2007
”










