Hann var teknari, grafikari, scenografur, dramatikari, komponistur og rithøvundur. Hann teknaði sum oftast sínar egnu bøkur, og mest og best man hann vera kendur fyri Kardamummubýin. Men hvørt mansbarn í Føroyum kennir eisini sera væl Djórini í Vallbakkaskóginum og Karius og Baktus. Hóast hann legði grundarsteinin til Kardamummubýin í Kristiansand 22. apríl í 1990, so upplivdi hann ikki, at býurin læt upp árið eftir. Thorbjørn Egner doyði jólaaftan í 1990, 78 ára gamal.