Tann norðurlendska vónin

Bólkur D: Svøríki. Teir bláu og gulu ætla at leypa á og hava eisini spælararnar til tað

Svøríki og Danmark vóru í sama EM-undanbólki. Liðini vóru í holt við at leika ein dreymadyst, har støðan var javnleikur 3-3. Men so missur fyrst danski spælarin, Christian Poulsen fatningin og slær Marcus Rosenberg hjá Svøríki, og dómarin vísir honum av vølli, og dømir brotsspark til Svøríki. Men so hendir tað, sum ikki skal henda, og sum enn ríður dønum sum marran. Ein danskur viðhaldsmaður, sum enntá býr í Suður-Svøríki(!) rennir inn á vøllin og ætlar at sláa týska dómaran, Herbert Fandel, kaldan. Dómarin steðgar dystinum, og Svøríki verður dømt til at vinna dystin. Svøríki er enn einaferð við til eitt endaspæl, meðan Danmark situr uttanfyri. Svøríki er í bólki við Spania, Russlandi og Grikkalandi, og hevur Svøríki ein góðan møguleika at vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar. Tó hevði Svøríki eina ringa aðalroynd sunnudagin, har teir á heimavølli taptu 0-1 ímóti Ukraina.


Góðir offensivir leikarar

Við spælarum sum Johan Elmander, Zlatan Ibrahimovic, Frederik Ljungberg, og nú eisini Henrik “Henke” Larsson - sum tekur enn eitt tørn fyri landsliðið – kann Svøríki verið ein stór hóttan fyri mótstøðulið.

Markus Rosenberg, sum spælir fyri Werder Bremen í týsku bundesliguni plagar eisini at verða góður fyri nøkur mál. Zlatan Ibrahimovic er millum kendastu og dýrastu fótbóltsspælararnar í Evropa, og er hann í góðum lagi skulu Spania, Russland og Grikkaland veruliga ansa sær. Johan Elmander hevur ikki havt eina optimala heilsu, og hevur hann havt manglandi ilt í blóðnum. Ein kostætlan hevur tó bøtt um heilsuna hjá Elmander, og hevur gjørt hann til ein enn sterkari og betri fótbóltsspælara. Í árinum 2004-2006 spældi Elmander við Brøndby, og er hann ein tann besti spælarin, sum nakrantíð hevur spælt við Brøndby.

Parturin av svensku ítróttarpressuni, sum hevur hug at fara í sjálvsving ivast ikki í at nevna Zlatan og Elmander til “Heimsins besta álopspar”. Elmander leggur eina við, at tað at spæla saman við Zlatan er við til at hækka støðið hjá honum. Zlatan ásannar, at Elmander rennur meiri enn hann, og at hann tí setur stóran prís uppá samstarvið við Elmander.


Onkuntíð rok

Tó at svenskarar eru kendir fyri at verða eitt disiplinerað fólkaslag, so hevur veruligt rok onkuntíð verið í svensku landsliðsleguni. Frederik Ljungberg og risin í svensku verjuni, Olof Mellberg bardust á einari venjingarlegu í 2002. Báðir eru við í hópinum, og tí verður eisini uppgávan hjá Lars Lagerbäck at síggja til, at samhaldið verður optimalt í svensku EM-leguni.

Svøríki kom í hálvfinaluni tá EM var í Svøríki í 1992. Í HM-høpi hevur Svøríki vunnið silvur í 1958, og bronsu í 1994 og í 1950. HM-bronsuna í 1994 valdu svenskarar, sum “Aldarinnar ítróttarbragd” í 2001.

Svøríki og Føroyar spældu ein venjingardyst fyrst í hesi øldini í einari innandura fótbóltshøll í Växsjö. Dysturin endaði 0-0, eftir at Jákup Mikkelsen hevði bjargað einum brotssparki.

 

Svøríki



1 Andreas Isaksson

2 Mikael Nilsson

3 Olof Mellberg

4 Petter Hansson

5 Fredrik Stoor

6 Tobias Linderoth

7 Niclas Alexandersson

8 Anders Svensson

9 Fredrik Ljungberg

10 Zlatan Ibrahimovi?

11 Johan Elmander

12 Rami Shaaban

13 Johan Wiland

14 Daniel Majstorovic

15 Andreas Granqvist

16 Kim Källström

17 Henrik Larsson

18 Sebastian Larsson

19 Daniel Andersson

20 Marcus Allbäck

21 Christian Wilhelmsson

22 Markus Rosenberg

23 Mikael Dorsin


Venjari: Lars Lagerback