Tí ein stórur partur av føroyingum hava fingið tað fatan, at bara vit fáa blokkin avtiknan, so er alt í fínasta lagi. Men tað er at undrast á, at somu fólk, ið hava verið í Danmark og skarva burtur av Blokkinum, nú gremja seg um at tey hava ov lítið av pengum at arbeiða við. Hvat hava tit tá Blokkurin er burtur? Eitt evni ið er nógv frammi er, at fáa føroyingar sum eru í Danmark heim aftur til Føroyar, alt gott um tað, men hvør skal løna teimum? Er hettar komediuspæl ella er hettar álvara? Nú næstan einans Sambandsflokkurin er eftir, ið torir at verja Blokkin. Javnaðarflokkurin byrjar so spakuliga at hella til hina síðina, er tað fyri at samla stemmur, so frykti eg fyri, at tað øvugta kann koma at henda.
Nei, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skuldu sett í sína stevnuskrá, at fingið Blokkin aftur í tað hædd hann var og prístalsreguleraðan. Teir høvdu vunnið við tað. Tí tað er tað teir tigandi verjarnir vilja.
Tað verður so nógv skrivað og tala um Blokkin, vit hava so nógvar aðrar fyrimunir av at hoyra til danska kongaríkið, teir fyrimunir vera ikki tiknir uppá tungu, hvørki av teim politisku flokkunum, ella av tí meiniga manninum.











