Tað hevur verið við hjálp av lesarabrøvum í tíðindabløðum, ið hevur givið mær størri frælsi, rættindi og privatlívsfrið, ið áður hevur verið trakkaður undir fótum. Eg fáist við mangt og hvat fyrifallandi, ið ein greiðir í lesarabrøvum í tíðindabløðunum, og eg fegnist yvir tey góðu úrslit, ein fær við øllum fyritakssemi í dag. Tað er ótrúliga gott at kunna liva sjálvstøðugt lív og hava nógv fyritakssemi, arbeiði, frítíð, privatlív og loysa uppgávur, ið hava ligið á láni heima.
Eg havi nógv viðhaldsfólk, ið vilja hava ein til dansikvøld, fótbólt, rennikappingar og nógv ymisk tiltøk, ið ein fyrireikar seg til við tilrættisleggjan. Tað er nakað, ið ein hevur forsømt í eitt longri áramál, tá ið ein dagliga lá undir tíðartrýsti av óviðkomandi fólki, ið ein kallar arvafíggindar í dag.
Eg havi fingið nógv av skafti við hjálp av bløðum og hvat ein hevur viðgjørt í lesarabrøvum sæst í føroyskum og norðurlendskum fjølmiðlum. Tað er ótrúliga gott at hava arbeitt seg inn í sjálva kjarnuna og sett fingurin á pulsin hjá øllum, ið lesa míni mongu áhugaverdu lesarabrøv í dag. Eg havi skipað soleiðis fyri, at blaðlesarar og viðhaldsfólki, skulu kunna fylgja einum í øllum og nýta eins lívsroyndir og vitan eftir førleikaevnum.
Tað er ótrúliga gott at fylgja gongdini og staðfesta sín rættleika í øllum stríði, og framtíðarmetingarnar ganga allar út. Av hesum kennir ein tryggleikan. Eg havi gott bakland og gott støði at standa á eins og góðar stuðlar, ið hava lánt mær pening og fingið hendan aftur og tá ið ein hevur livað uppá borg. Tað skal komast víðari fram á míni lívsleið við at fáa spennandi og áhugaverdar ætlanir førdar út í tað dagliga gerandislívi hjá mær í Havnini. Eg kenni mína samfelagsskyldu at halda áfram í bløðunum við at kunna um fyritakssemi tá ið nógv hava áhuga at fregnast, hvat ið ein tekst við í dag.










