Tann lokali handilin

Norðdepil: - Eg haldi, at tað er ótrúliga gott at hava ein handil her í bygdini, sigur Annika Brynjar úr Hvannasundi. Mikudagin var hon til handils í Fossábúðini.

Tað er mikudagur í Norðdepli, men her í handlinum hjá Maibritt er ikki nógv fólk og keypir.

Klokkan er ikki fýra enn, og fólk flest hava neyvan fingið frí frá arbeiðum sínum. Og tey sum eru til arbeiðis í Klaksvík eru ikki komin til húsa enn.

Ein løta gongur áðrenn fyrstu kundarnir koma innar í handilin. Onkur verður spurdur um samanlegging av kommunum, meðan ein teirra, Annika Brynjar, fær ein heilt annan spurning:

- Hvat tað merkir at hava ein handil her? Eg haldi, at tað er eitt stórt pluss fyri bygdirnar her í økinum, slær hon rimmarfast.

Fólkið í kommununi kenna til tíðir við einum handli í bygdini, og kenna somuleiðis til tíðir við ongum handli.

- Tá eingin handil var hoyrdi ein nógv um, hvussu keðiligt tað var. Nú er tað bara super, sigur hon.


Strævin tíð

Eins og mong onnur av bygdarfólkum hennara, er Annika av teirri sannføring, at tað lættir sera nógv um hjá teimum at ein handil er her.

- So sleppur ein frá at fara so langan veg sum til Klaksvíkar, um ein ætlar sær til handils, slær hon fast.

Frammanundan Fossábúðini var ein annar handil í Norðdepli. Hann lat tó aftur fyri nøkrum árum síðani, og eitt skifti var sostatt ikki møguleiki at keypa matvørur og annað í bygdini.

- Hetta var ein strævin tíð, minnist Annika Brynjar aftur á.

Nærmastu handlar vóru tá handlarnir í Klaksvík, handilin á Viðareiði - ella um eina valdi eina meiri eksotiska loysn, tann lítli handilin í Árnafirði.

Á heysti í 2007 bórust kortini tey tíðindi í bygdunum kring Hvannasund at ein handil fór at lata upp aftur í Norðdepli, í nánd av skúlanum.

Og stutt eftir lat Maibritt Sivertsen upp Fossábúðina, sum hevur verið opin líka síðani.


Positivt

Fossábúðin telist ikki millum størstu handlarnar í landinum, men her fær ein kortini ein stóran part av teim vørunum, sum krevjast til eitt vanligt húsarhald.

- Ja, eg haldi at úrvalið av vørum er rættiliga gott, slær Annika fast. - Serliga tá ein hugsar um, hvussu lítil handilin er.

Hon fær sjálvandi ikki allar vørurnar í lokala handlinum, og er tí viðhvørt noydd at fara til handils í Klaksvík.

Tað er kortini ein stórur fyrimunur við at fara til handils her í Norðdepli: Ein hittir onnur fólk, og fær altíð eitt gott prát við onkran av hinum kundunum.

- Ja, tað er absolutt positivt. Tí so fær ein kanska eisini tey nýggjastu tíðindini við í keypinum, sigur Annika Brynjar við einum brosi.