Framtíðin hjá sitandi samgongu sær rættiliga døkk út. Sjálvt løgmaður heldur støðuna vera »kryptiska«, og tað boðar so ikki frá góðum.
Nú kenna vit ikki enn innhaldið í hesum góða karmi, sum samgongan hevur biksast við seinastu dagarnar, men Fólkaflokkurin hevur klárt boðað frá, at hann vil hava fleiri sparingar, meðan Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin standa fastir við, at valda loysnin er »loysnin« til tess at varðveita vælferðina.
So fáa vit at síggja, um tað fer at røkka ella støkka hjá løgmanni. Men vit kunnu ikki annað enn geva Jóannesi Eidesgaard rætt, tá hann sigur, at um Fólkaflokkurin ikki kann standa saman við restini av samgonguni um fíggjarkarmin, so kann eingin floksformaður krevja nakran tingmann at standa saman um nakað sum helst.
Men politikkur er so løgin. Størstu mótpólarnir í politikki hava fleiri ferðir staðið saman, tá á hevur staðið. Fyri knøppum 20 árum síðani varð ein tvíflokkasamgonga skipað millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Tá leikaði hart á við vaksandi arbeiðsloysi og svárum fíggjarvánum. Men tvey týdningarmikil mál hjá Javnaðarflokkinum fingust ígjøgnum politisku skipanina: Lógin um Arbeiðsloysisskipanina og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin - vanliga nevndur Sambaldsfasti.
Um Fólkaflokkurin hesaferð stingur halan millum beinini, tí hann ikki fær fleiri sparingar - so livir hann fult upp til skuldsetingarnar um ábyrgdarloysi, tá fólkaflokssamgongan lækkaði blokkin - uttan at tryggja, at aðrar inntøkur komu í staðin. Hetta var ein illa umhugsað avgerð, gjørd í óðum verkum fyri at dokumentera legitimitetin hjá fullveldislandsstýrinum. Sviðan kenna vit nú, hóast kávalótir og umberingar.
Hvussu leikur fer, fáa vit helst ikki at síggja fyrr enn eftir páskir. Men ein møguleiki er, at Tjóðveldi fær plássið hjá Fólkaflokkinum í samgonguni. Tá kunnu Tjóðveldi og Sambandsflokkurin prógva, um tað ber til hjá tveimum mótpólum í føroyskum politikki at føra skilagóðan politikk.
Men »kryptiskt« verður tað - og tað verður tað eisini, um nýval verður útskrivað.
-----
Sosialurin