Tann kommunala ólavsøkukonsertin

Jógvan Arge
--------

Ósannindini hava ikki fingið ov lítið í orðadráttinum um Ólavsøkukonsertina, og í grein í Dimmalætting týskvøldið við heitinum "Sannleikin um ólavsøkukonsertina" sigur varaborgarstjórin ósatt.

Bogi Andreasen sigur, at eg sum formaður í mentamálanevndini havi verið væl og virðiliga kunnaður um allar ætlanir um broytingar í ólavsøkukonsertini. Tað er ikki sannleikin um ólavsøkukonsertina.

Sum formaður í mentamálanevndini havi eg ikki verið tikin upp á ráð í hesum málinum, hvørki av politisku leiðsluni ella umsitingini, og tessvegna eigi eg ongan lut í málinum.

Tað framgongur eisini av eini grein í Dimmalætting, sum hevur fingið innlit í ymisk skjøl hjá kommununi, at tað var á fundi, sum borgarstjórin og varaborgarstjórin vóru á saman við embætisfólkum, at avrátt varð, at Futt ikki skuldi skipa fyri Ólavsøkukonsertini í ár. Sama seinnapart vórðu tvey embætisfólk send at bera Futt boðini.

Tað einasta, eg havi fingið at vita um hetta mál, var, tá somu menn søgdu frá ætlanunum í eini brádligari kunning á einum samgongufundi í vár. Tá gjørdi eg beinanvegin vart við, at eg helt ikki, at kommunan skuldi átaka sær ólavsøkukonsertina, men at hon skuldi útlisiterast.

Sjónarmiðið byggir á framkomnar grundreglur í mentamálum. Í málum, sum hava við list at gera, er Tórshavnar býráð farið inn á prinsippið um armslongdarfrástøðu. Tað merkir, at víst kunna politikarar játta pengar til list, men innihaldi og sniði skula teir halda seg langt frá, sjá eitt nú reglurnar um listprýði á nýggjum kommunalum stovnum.

Ongin hevur boðað formanninum í mentamálanevndini ella mentamálanevndini frá, at tað hava verið peningaligir trupulleikar av Ólavsøkukonsertini. Ongin hevur heldur skotið upp fyri nevndini at játta pening til at rinda hall av hesi konsert.

Hugsi, at vanlig mannahugsan er, at mentamálanevndin er langt inni í málum, sum hava við mentanar- og ítróttarhátíðina ólavsøkuna at gera. Tað er jú hennara málsøki. Og hetta átti helst eisini at verið vanlig mannagond. Men einki mál av hesum slag er lagt fyri mentamálanevndina. Av hvørjum kontum útreiðslurnar av hesum fara, er mær tí heldur ikki fullgreitt.

Til tess at útvega mentamálanevndini neyðugu upplýsingarnar, fari eg við hesum at biðja um innlit í allar kontur, sum hava við ólavsøkuhaldið at gera - bæði hjá kommununi sjálvari og stovnum undir henni.