Jóannes Eidesgaard
Tá inngjaldið til Als lækkar, so er tað tí, at stýrið metir, at skipanin ikki longur hevur tørv á einum so høgum inngjaldið, sum tað fær. Als eigur í dag eitt stovnsfæ, sum táttar í eina hálva milliard, og tí er tað bæði rætt og rímiligt, at stýrið nú tekur avgerð um, at inngjaldið skal lækkast. Skipanin er væl konsoliderað, og arbeiðsloysið er tað minsta síðan áðrenn kreppuna.
Rættiligt orðaskifti hevur síðan tikið seg upp um, hvat lækkingin uppá 0,75% skal brúkast til. Landsstýrismenn hava roynt at kanna sær lækkingina til onnur endamál, men lækkingin kann ikki av sær sjálvum beinast til eina aðra skipan t.d. barsilsskipanina. Ein lækking kann ikki markast til annað endamál. Lækkingin ger, at løntakarar og arbeiðsgevarar sleppa 0,75% bíligari, so stutt er tað.
Annað er so, um landsstýrið ætlar sær at brúka hetta sum eitt høvið til at áleggja pørtunum nýggj gjøld. Men tað er so upp til løgtingið at gera tað av.
Men eitt er, sum undrar meg í hesum orðaskifti. Og tað er, at hvørki stýrið og enn minni landsstýrið hevur havt frammi møguleikan at hækka útgjaldið til tey arbeiðsleysu, nú skipanin hevur ráð til tað. Útgjaldið varð í síni tíð sett til 70% av einari arbeiðsmannaløn, tí skipanin var undir hørðum trýsti av tí stóra arbeiðsloysinum, sum tá valdaði. Men hetta er tíbetur broytt.
Eg veit fullvæl, at fakfelagsumboðini í stýrinum hava havt líknandi uppskot frammi, tó uttan at tað hevur fingið undirtøku í stýrinum. Men tað kennist eitt sindur kollut í dag bert at tosa um, at inngjaldið skal lækkast, tí pengarnir flóta yvir í Als, og so als ikki at taka útgjaldið við.
Enn tosa vit um, at ein arbeiðsleysur bert fær 70% av einari arbeiðsmannløn. Tí vildi eg mett tað sum eina virðiliga markering av 10 ára degnum, nú Als hevur 10 ár á baki, at útgjaldið verður hækkað út 70% upp í 80%. Ein slík hækking hevði kostað skipanini góðar 8 mió. kr. m árið.
Hetta krevur sjálvsagt, at løgtingið lóggevur um hækkingina, men gagnligt hevði tað verið fyri kjakið, at eisini stýrið fyri Als og landsstýrismaðurin í vinnumálum høvdu peikað á slíkt uppskot.