Tann gloymda kreppan

Meðan heimurin vendir eygunum ímóti Irak, er støðan har norðuri í Uganda vorðin tann størsta menniskjaliga vanlagnan, sigur varaaðalskrivarin í ST

Norðmaðurin Jan Egeland er varaaðalskrivari í ST. Hann hevur júst verið í afrikanska landinum Uganda, og tíðindini, sum hann hevur heimaftur við sær, eru ræðulig.
Uppreistrarfelagsskapurin, ið nevnir seg Harrans mótstøðuherur, herjar sivilfólkið við einari framferð, sum vit næstan ikki duga at ímynda okkum. Jan Egeland sigur við norska útvarpið, at uppreistrarmenninir høggja armar og bein av teimum, sum teir koma fram á. teir hava burturflutt fleiri túsund børn, sum annaðhvørt verða nýtt sum hermenn ella sum sex-trælir hjá uppreistrarmonnunum, sigur hann.
Seinni í hesum mánaðinum fer ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, at biðja altjóða samfelagið um hjálp til tey neyðstøddu í Uganda og øðrum afrikonskum londum.