PORTRETT
Hann er høvdið hægri enn undanmaðurin.
Men tað er ikki bara tað.
Henrik Larsen er eisini kendur fyri at vera meira uppfarandi enn Allan Simonsen.
Felags fyri báðar er, at teir hava roynt tað mesta sum fótbóltsspælarar, og teir taka venjarauppgávuna í sera stórum álvara.
Føroyingar hava fingið ein nýggjan landsliðsvenjara í fótbólti, og tað verður ein øðrvísi venjari enn hann, sum føroyingar hava havt seinastu átta árini.
? Føroyingar skulu ikki rokna við at fáa ein nýggjan Allan Simonsen, tí Henrik er øðrvísi, og soleiðis skal tað eisini vera. Henrik skal hava sín egna stíl, og hann skal geva føroyingum blóð á tonna til at koma eitt fet longur í menningini av landsliðsfótbóltinum, sigur vinmaðurin og fyrrverandi liðfelagin á danska landsliðnum, John Faxe Jensen.
Ein annar fótbóltspælari, sum bæði hevur spælt saman við Henrik Larsen og vant undir honum, heldur, at Henrik Larsen hevur viljan og ambitiónirnar, sum skulu til fyri at vera landsliðsvenjari.
? Hann er ein positivur persónur, og hann er sera íðin í sínum arbeiði, sigur Michael Mio Nielsen, fyrrverandi liðskipari í FC Keypmannahavn.
Henrik Larsen skal næstu tvey árini stýra føroyska fótbóltslandsliðnum, og málið hevur hann gjørt púra greitt frá byrjan. Føroyingar skulu vinna onkrar dystir, og tað skulu stig í posan.
Vit hava hugt nærri at føroyska landsliðsvenjaranum, tosa við nakrar av teimum, sum kenna hann, og vit hava eisini spurt hann, um hann kann seta navn á tríggjar føroyskar landsliðsspælarar. Tað venda vit aftur til seinni.
EM er tað størsta
36 ára gamli Henrik Larsen hevur verið víða um í fótbóltsørindum. Á heimliga pallinum hevur hann spælt fyri feløgini HIK, Lyngby og FC Keypmannahavn. Bæði í Lyngby og í FC Keypmannahavn var hann liðskipari.
Fyrsta smakkin av gulli fekk hann longu sum 18 ára gamal, tá hann í fyrsta kappingarári sínum í Lyngby var við til at vinna donsku steypakappingina í 1985. Í 1990 endurtóku spælararnir í Lyngby bragdið, og tvey ár seinni gjørdust teir danskir meistarar.
Tað gjørdist eisini til gull í FC Keypmannahavn, har Henrik Larsen fór at spæla í 1996. Har fekk Henrik Larsen álitsuppgávu sum liðskipari og seinni sum hjálparvenjari. Í 1997 vann FCK steypakappingina.
Henrik Larsen hevur eisini spælt í útlondum. Hann royndi seg í italska felagnum Pisa, í enska felagnum Aston Villa og í týska felagnum Waldhof Mannheim.
Men tá nýggi føroyski landsliðsvenjarin skal líta aftur á yrkisleiðina, er hann ikki í iva um, hvør størsta fótbóltshendingin hevur verið.
? Tað var EM í 1992, svarar Henrik Larsen avgjørdur.
Og tað var eisini vorðið sum hending. Danska landsliðið slapp við til EM í seinastu løtu, eftir at Jugoslavia varð tveitt úr tí góða selskapinum orsakað av lemjandi borgarakríggi.
Donsku spælararnir vóru farnir í feriu, og tað sást millum annað á Henrik Larsen, sum ikki var í somu venjing, sum flestu av mótstøðumonnunum hjá honum vóru. Men tað forðaði honum ikki í at gerast toppskjútti í kappingini við trimum málum, og Danmark vann púra óvæntað EM.
? Tað hevur havt nógv at siga fyri meg, at eg havi vunnið bæði donsku steypakappingina og landskappingina, men einki kann samanberast við gullmerkini í EM í 1992, sigur Henrik Larsen.
Hann spældi 39 A-landsdystir og skoraði seks mál í hesum dystum.
FSF ringdi
Fyri trimum árum síðani setti Henrik Larsen hol á yrkisleið sína sum venjari. Hann byrjaði sum hjálparvenjari í FC Keypmannahavn, men tá hann helt, at hann ikki var rætt viðfarin av leiðsluni í danska stórfelagnum, valdi hann at gevast.
Í skjótt tvey ár hevur Henrik Larsen verið venjari í 2. deildarfelagnum Ølstykke. Í ár hava teir staðið seg væl, og teir liggja til at flyta upp í næstbestu donsku deildina, har teir áður hava spælt.
Fótbóltssamband Føroya leitaði leingi eftir avloysara fyri Allan Simonsen. Nógv nøvn vóru havd á lofti, og tað var nær við, at royndi danski venjarin Benny Johansen varð kosin sum nýggjur venjari. Hetta endaði tó við, at FSF ikki helt seg hava ráð til fulltíðarsáttmála við hendan venjaran.
FSF vendi sær seinni til Henrik Larsen fyri at frætta, um hann var áhugaður at taka við starvinum undir teimum treytum, sum FSF kundi bjóða einum landsliðsvenjara.
? Tá FSF ringdi til mín, hugsaði eg alt fyri eitt, at hetta ljóðaði sum ein spennandi avbjóðing. Hetta var nakað heilt annað enn tað, sum eg hevði roynt frammanundan. Eg havi verið hjálparvenjari, høvuðsvenjari, men ongantíð landsliðsvenjari, og tú veist ikki, hvussu ofta tú fært eitt slíkt tilboð, greiðir Henrik Larsen frá.
? Eg tosaði við Allan Simonsen, eftir at FSF hevði vent sær til mín, og hann hevði bara gott at bera føroyskum fótbólti. Hann segði, at føroyskur fótbóltur var væl skipaður, og at tað eru dugnalig fólk uttan um landsliðið. Hann ráddi mær til at taka við starvinum, og tað gjørdi eg.
Faxe stjól tey kendu orðini
Teir, sum kenna nýggja føroyska landsliðsvenjaran, halda, at hann passar væl til uppgávuna í Føroyum.
Venjarin hjá danska felagnum Herfølge, John Faxe Jensen, er ein av vinmonnunum hjá Henrik Larsen. Teir høvdu hvør í sínum lagi stóran týdning fyri danska landsliðið, sum í 1992 vann europameistaraskapin í fótbólti. Henrik Larsen var topskjútti við trimum málum, meðan Faxe gjørdi annað av donsku málunum í minniligu finaluni.
Tað var eisini eftir hetta málið, at Faxe segði tey tiltiknu orðini um, at hann rakti bóltin beint í reyvina. Hetta segðist vera orð, sum komandi føroyski landsliðvenjarin hevði brúkt frammanundan, men sum Faxe tók frá honum og gjørdi kend.
? Sum spælari var hann ofta lagdur undir at vera ein trumla, men hann kundi bæði spæla og kempa. Hann smæddist ongantíð fyri at taka eitt tak, men hann kundi sannliga eisini gera mál og spæla góðan fótbólt.
John Faxe Jensen heldur, at uppgávan sum føroyskur landsliðvenjarin er júst tann rætta til stóra danan.
? Eg veit, at Henrik hevur bíðað eftir júst einum slíkum møguleika. Hetta er ein nógv størri avbjóðing enn at verða hjálparvenjari í FCK ella at venja eitt danskt 2. deildarlið. Hetta er júst nakað, sum hann hevur brúk fyri.
Faxe heldur, at føroyingar fáa ein lívsglaðan venjara.
? Hann er ein lívsnjótari og er sera hugnaligur at vera saman við, sigur Herfølge-venjarin.
Hesum er Henrik Larsen ikki ósamdur í.
? Tað er nakað um tað. Mær dámar væl at vera saman við fólki og hava tað stuttligt, men eg dugi at skilja ímillum, nær talan er um hugna, og nær talan er um álvara. Føroyingar koma eisini at ásanna, at tá tað veruliga ræður um, so gangi eg á odda, sigur Henrik Larsen.
Sinnalagið
Ein av monnunum, sum bæði hevur spælt saman við Henrik Larsen og hevur vant undir honum, er fyrrverandi liðskiparin hjá FC Keypmannahavn, Michael Mio Nielsen.
? Í FCK var Henrik hjálparvenjari, og tað er ein annar leiklutur enn at verða høvuðsvenjari. Hann dugdi í øllum førum væl at røkja leiklutin sum hjálparvenjari, sigur hann.
Michael Mio Nielsen heldur, at ein av sterku síðunum hjá Henrik Larsen er, at hann hevur roynt alt sjálvur.
? Hann hevur verið yrkisspælari bæði í Danmark og í útlondum, hann hevur vunnið danska meistaraheitið, hann hevur vunnið europameistaraskapin í fótbólti, og seinastu árini hevur hann eisini verið venjari. Tað er ein stór styrki fyri ein venjara, at hann hevur verið ígjøgnum alt hetta.
? Henrik er ikki so illsintur nú, sum tá hann var spælari. Eg havi sæð onkrar dystir hjá Ølstykke í hesum kappingarárinum, og tá hevur Henrik verið rímiliga róligur og konstruktivur. Hann er ein glaður persónur, og hann vil hava síni lið at spæla positivan fótbólt, sigur Michael Mio Nielsen, sum heldur, at persónligu eginleikarnir hjá Henrik Larsen passa væl til nýggju uppgávuna í Føroyum.
? Sum persónur er hann positivur og fittligur. Hann dugir væl at skapa eitt hugnaligt umhvørvi uttan um seg, og tann eginleikin er góður at hava, tá tú ert landsliðsvenjari. Tá sært tú ikki spælararnar so ofta, sum tá tú venur eitt felag, og tí er umráðandi, at tú brúkar ta tíðina, tú hevur saman við spælarunum, á rættan hátt, sigur fyrrverandi FCK-liðskiparin.
Henrik Larsen ivast eitt sindur í pástandinum um, at tað gongur betur at stýra sinnalagnum, síðani hann er vorðin venjari.
? Við hvørt haldi eg ikki, at tað gongur so væl við tí, men tað passar, at eg royni at halda høvdið kalt, tí ein venjari má allatíðina hava yvirblikk yvir støðuna á vøllinum, sigur føroyski landsliðsvenjarin.
Væl dámdur í Ølstykke
Síðani 2000 hevur Henrik Larsen verið høvuðsvenjari í Ølstykke, og har hevur tað gingið væl hjá honum.
? Henrik er væl dámdur í felagnum, og eg hevði ynskt, at hann helt fram her í minst eitt ár afturat. Men eg skilji sjálvandi, at hann tekur av starvinum í Føroyum, tí tað verður ein nýggj og stór avbjóðing hjá honum, sigur Michael Madsen, sum er liðskipari hjá Ølstykke.
? Vit hava fingið ein góðan stemning í felagnum, síðani Henrik gjørdist venjari. Hann er ein dámligur persónur, sum ikki heldur tann avstand til spælararnar, sum nógvir aðrir venjarar gera. Hann skiftir saman við okkum, og honum dámar væl at tosa um fótbólt. Men tað er heldur ongantíð ivi um, hvør tað er, sum er venjari.
Áðrenn Henrik Larsen sleppur leysur úr Ølstykke, er tað sannlíkt, at hann hevur fingið felagið upp aftur í næstbestu deildina, og tað er úrslit av miðvísum arbeiði í næstan tvey ár.
? Henrik hevur ikki nógvar royndir sum venjari, men av tí at hann næstan kemur beinleiðis av fótbóltsvøllinum sjálvur, so veit hann, hvat spælararar helst vilja, og tað er at spæla fótbólt. Tí brúka vit nógv bóltspæl undir venjingini, sigur Michael Madsen.
? Undir dystum livir hann nógv við, og hann krevur nógv av sínum spælarum. Hann er róligur undir venjing, men tá tað so kemur til dyst, so hendir nakað.
Michael Madsen heldur, at føroyingar hava fingið ein góðan venjara.
? Allan Simonsen gjørdi eitt gott arbeiði í Føroyum, og tí hevur Henrik nakað at liva upp til, men eg eri sannførdur um, at tit verða glað fyri nýggja venjaran, heldur liðskiparin í Ølstykke.
Ov langt burturi
Henrik Larsen hevur ikki havt nógv samband við Føroyar áður. Hann var í Føroyum fyrstu ferð fyri 20 árum síðani. Næstu ferð var, tá hann varð vístur fram sum nýggjur landsliðsvenjari herfyri.
Hann hevur tó spælt bæði við og ímóti føroyingum. Í Lyngby og í FCK spældi hann saman við Toda Jónsson, og fyrst í nítiárunum var hann í Landskrona og spældi ímóti føroyska landsliðnum.
? Hetta verður nakað heilt nýtt fyri meg, og eg eri fegin um uppgávuna sum landsliðsvenjari í Føroyum. Vit fara at arbeiða hart fyri at menna landsliðsfótbóltin, og mín fatan av føroyskum spælarum er, at teir hava veruligan vinnaravilja. Teir eru ikki uppgevandi sum danskir spælarar ofta kunnu vera. Føroyingar stríðast 100 prosent hvørja ferð, og tað er eitt gott grundarlag at byggja á, sigur Henrik Larsen.
Tá danskir fjølmiðlar fyri trimum árum síðani bóru eina søgu um, at Henrik Larsen møguliga skuldi verða hjálparvenjari í Herfølge, var føroyski landsliðsvenjarin, sum býr í Vedbæk, endurgivin fyri at siga, at Herfølge var ov langt burturi frá bústaðnum hjá honum, og tí kom tað ikki upp á tal.
Nú skal hann vera venjari í Føroyum.
? Tað er slíkt, sum verður sagt í einari ávísari støðu. Tað hevur ikki so nógv at siga. Ølstykke er eisini rímiliga langt burtur frá mínum heimi, og eg havi heldur ikki dult fyri, at eg eri opin fyri møguleikanum at vera venjari í útlandinum, sigur Henrik Larsen.
Venja seg við nýtt samstarv
Allan Simonsen var væl dámdur sum landsliðsvenjari í Føroyum, men hann varð ofta lagdur undir at sýna føroyskum fótbólti ov lítlan áhuga, tí hann var ov sjáldan í Føroyum.
Hvat heldur nýggi landsliðsvenjarin um hetta.
? Tað kann væl vera, at eg komi at uppliva somu atfinningarnar, men eg fari at gera tað, eg kann, fyri at fylgja við í føroyskum fótbólti.
Er tað nakað, sum tú stúrir fyri í nýggja arbeiðnum?
? Nei, tað er tað ikki í løtuni. Eg skal tó venja meg við, at eg komi ikki at arbeiða so tætt saman við spælarunum, sum eg havi gjørt í Ølstykke, har vit eru saman hvønn dag. Í Føroyum verða tað ávís tíðarskeið, har vit fara at venja og spæla, og tá ræður um at fáa sum mest burturúr, sigur Henrik Larsen.
Og so er tað stóri spurningurin.
Kanst tú nevna nøvnini á trimum føroyskum landsliðsspælarum?
? Ja, tað haldi eg, at eg kann. Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen, Todi Jónsson, hann mugu vit fáa at spæla aftur, og Johan Byrial Hansen. Og so minnist eg eisini Jens Martin Knudsen, men annars kenni eg ikki so nógvar av spælarunum.
Hetta ætlar Henrik Larsen at broyta komandi tíðina. Hann skal seta seg inn í føroyskan fótbólt, hyggja eftir spælarum í Føroyum og í útlandinum, og hann roknar við at fáa góða hjálp frá hjálparvenjara sínum.
Kósin skal setast, og málið er at fáa seks stig í EM-undankappingini.
Hesaferð verður tað tó ikki Henrik Larsen, sum fer at gera málini fyri liðið hjá sær.