Sjónleikarhúsið í Havn hevur fingið umvæling, hevur fingið sít gamla snið aftur, og nógv virksemi hevur verið í húsinum. Nú verður so aftur møguleiki at fara til sjónleik.
Havnar Sjónleikarfelag hevur aftur leik á skráni, felagið sigur, at hetta er stórfingin leikur, ið vandur verður.
Talan er um skemtisorgarleikin "Tann gamla daman kemur til býin" eftir Friedrich Durrenmatt, sum Elin Súsanna Jacobsen hevur týtt og Laura Joensen leikstjórnar. Búnarnar ger Barbara í Gongini.
Heili 30 leikarar eru við í leikinum, einamest mannfólk í búnum aldri, men tó so, okkurt konufólk er eisini við.
Aase Lutzhøft Dunn hevur kvinnuliga høvuðsleiklutin og Jógvan E. Ósá mannliga høvuðsleiklutin.
Leikurin verður sýndur í næstum.









