Í hesum døgum eru næmingarnir á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði farnir undir eina verkætlan, ið skal snúgva seg um tann fullkomna skúlan. Seinastu árini hevur nógv verið kjakast um Studentaskúlan í Hoydølum. Teir flestu næmingarnir vilja nokk vera við, at hann er ov lítil og ov illa viðlíkahildin.
Í dag og í morgin hevur næmingaráðið á skúlanum skipað fyri eini verkætlan fyri næmingarnar, har teir hava møguleika fyri at siga sína meining um skúlan. Tá ið dagarnir eru at enda komnir, skulu allir næmingar skúlans lata inn eitt avrik undir heitinum ?Tann fullkomni skúlin?. Hesi avrikini kunnu fevna um alt frá útvarpssendingum til røður og yrkingar. Tey bestu avrikini fyri hvønn flokk verða við í eini kapping, sum ein dómsnevnd kemur at døma saman við viðkomandi fakbólkum.
Næmingaráðið vónar í hesum sambandið at fáa møguleika fyri at gera vart við vánaligu karmarnar á skúlanum.