Hóast Todi er eitt hampuliga stórt navn í Danmark, so legði Claus Bodnehoff vegna Eik stóran dent á, hvussu stór føroysku perspektini í ætlanini eru.
- Tey fægstu í Danmark munnu vita, hvønn týdning Todi hevur fyri Føroyar. Skal eg gera eina sammeting, so vil eg siga, at Todi er tað fyri Føroyar, sum Michael Laudrup er fyri Danmark. Tí eru vit serstakliga fegnir um, at vit við hesum kunnu vera við ti lat skapa karmarnar kring eina framgongd fyri føroyskan fótbólt. Og áhugin millum føroyskar íleggjarar ætlanunum er sera stórur, segði Claus Bodenhoff.










