Í dag verður eitt klípi lagt afturat Føroya Søgu, tí seinnapartin í dag verður talgildi samleikin tikin í nýtslu.
– Talan er um eina loysn í heimsflokki, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í eini fráboðan í dag.
Hetta er sostatt dagurin, tá ið allir føroyingar fáa atgongd til Samleikan og Vangan, sum eru týðandi partar av talgilda undirstøðukervið í Føroyum.
hetta fer at gera tað munandi lættari og tryggari hjá fólki at avgreiða síni persónligu viðurskiftini á netinum.
Samleikin er talgild innritan og undirskrift, sum kemur ístaðin fyri Mínlykil og NemID og sum lýkur altjóða krøv um talgildar samleikar. Skipanin fæst bæði sum app og sum geymi.
Samleikin er eitt slag av lykli, sum kann brúkast til at rita inn í alskyns tænastur hjá stovnum, myndugleikum og fyritøkum. Samleikin verður haraftrat talgild undirskrift, sum er løgfrøðiliga bindandi á sama hátt sum ein vanlig hondskrivað undirskrift.
Í fyrstu atløgu kann Samleikin brúkast til Vinnugluggan, Borgaragluggan, Mínrokning og Vangan, men sum frálíður koma aðrar tænastur við. Eitt dømi er, at tíðliga næsta ár fara peningastovnarnir at bjóða fólki at innrita í netbankan við Samleikanum. Eisini er ætlanin, at Samleikin við tíðini skal kunna brúkast til talgildar tænastur uttanlands.
Hetta fer at hava stóran týdning fyri m.a. útisiglarar, ið hava pensjónsviðurskifti uttanlands ella ung, ið søkja lestrarstuðul.
Vangin er ein spildurnýggjur portalur, sum savnar fleiri tænastur á einum stað. At byrja við eru sjey tænastuveitarar á Vanganum. Hesir eru Akstovan, Almannaverkið, Taks, Studni, Ílegusavnið, Umhvørvisstovan og Tórshavnar kommuna. Skjótt fara aðrir stovnar og kommunur at leggjast aftrat á Vanganum.
Í heimsflokki
Tað eru Talgildu Føroyar, sum hava ment Samleikan og Vangan. Verkætlanin er eitt samstarv ímillum land, kommunur, privatar fyritøkur og almenn partafeløg.
Talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, sum ger tað skjótari, tryggari og lættari at samskifta enn áður, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.