Tann Besti farin

Fótbóltsheimurin gjørdist eina legendu fátækari, tá George Best andaðist fríggjadagin

Andlát

Hóast hann seinastu fjórðings øldina mest hevur verið frammi í miðlunum orsakað av rúsdrekka- og fíggjartrupulleikum, so fer George Best altíð at verða mintur sum ein av bestu fótbóltsspælarunum, sum heimurin nakran tíð hevur fostrað.
Stutt eftir døgurða fríggjadagin andaðist norðurírska legendan, 59 ára gamal. Ein deyði, sum varð markeraður kring alt Bretland við tøgn undan dystunum hetta vikuskiftið, og roknað verður við, at umleið hálv millión av fólki verður til jarðarferðina í Belfast seinni í hesi vikuni.

Fyrsta pop-idolið á vøllinum
Fyrst og fremst, so vóru tað ótrúligu fótbóltsevnini, sum gjørdu George Best kendan. Hann var blaðungur komin til Manchester saman við einum vinmanni hjá sær, men 16 ára gamal vildi hann sleppa heima aftur til Belfast. Honum longdist snøgt sagt ov illa, og tí boðaði hann felagnum frá, at yrkisævintýrið hjá sær varð av ongum.
Matt Busby - víðagitni venjarin hjá Manchester United - var tó ikki nøgdur um hetta, og hann fór eftir evnaríka norðuríranum. Tað eydnaðist eisini at fáa Best at verða verandi, og bara 17 ára gamal var hann fyri fyrstu ferð at síggja á besta liðnum hjá stórfelagnum.
Við Manchester United varð hann meistari í 1965 og 1967, umframt at hann eisini var ein av avgjørdu lykaspælarunum á liðnum, sum í 1968 vann Europa-Cup kappingina. Ikki minst stendur avrik hansara í seinnu fjórðingsfinaluni móti Benfica sum ein varði í europeiskari fótbóltssøgu. Benfica hevði ongan tíð undan hesum tapt dyst á heimavølli í europeiskum høpi, men tað var eitt met, sum stóð fyri falli. Eftir bara tíggju minuttum hevði Best skorað tvær ferðir, og við einum 5-1 sigri sendi Manchester United skjálvtar gjøgnum alt fótbólts-europa. Eitt avrik, sum helst var størsta einstaka orsøkin til, at hann hetta árið varð kosin besti fótbóltsspælari í Europa.
Umframt frálíku fótbóltsevnini, so var tað tó sum fyrsta veruliga fótbólts-idolið, at Best varð kendur. Við síða Beatles-hárinum gjørdist hann ímyndin, sum allur ungdómur fjeppaðist eftir. Ein lívsførsla við nógvum býartúrum, sprutti og konufólki var hann kanska ikki tann besta fyrimyndin. Men hann var so avgjørt tann størsta.

Rak ongantíð upp aftur
Harða lívið uttan fyri vøllin hevði tó sínar kostnaðir. Bara 26 ára gamal kunngjørdi hann, at hann nú gavst við fótbóltinum. Og hóast hann seinni royndi at gera nøkur come-back, so megnaði hann ongan tíð aftur at vinna seg á hæddirnar frá Manchester-tíðini. Eitt skifti spældi hann í USA, har ríkmenn royndu at fáa gongd á fótbóltsspælið, og eisini var hann aftur í Onglandi, men í 1984 var liðugt. Seinasta felag hansara gjørdist Bournemouth, áðrenn spælið við leðurkúluni var eitt liðugt kapittul fyri hansara viðkomandi.
Og síðani hevur tað mest verið lívimátan uttan fyri vøllin, at George Best hevur verið á breddanum. Ein persónlig konkurs gjørdi ikki støðuna betri, og rúsdrekkamisnýtslan førdi alsamt vaksandi heilsutrupulleikar við sær. Ein livurtransplantaitión gjørdist neyðug fyri trimum árum síðani, men hóast greiðu læknaboðini eftir hetta, so vann hann ikki á fløskuni.
Fleiri ferðir varð hann akutt innlagdur, og fríggjdagin andaðist George Best. Hann gjørdist bara 59 ára gamal, men minnini um fótbóltsavrik hansara fara altíð at standa sum varðar fyri framtíð fótbóltssøguna.