Tann bera skræpa í Vágsbotni

Vakthavandi á politistøðini boðar frá:

Ein bilur oysti fleiri hundrað litrar av skræpu á Mylnugøtu fríggjadagin.

Tórshavnar kommuna reinsar botnin í Vágsbotni, og bilurin hevði júst grabbað móruna upp framvið bryggjukantinum. Tá ið hann koyrdi avstað, misti bilurin nógvar hundrað litrar av skræpuni í Mylnugøtu, til stóran ampa fyri fólk, sum sótu uttan fyri Hvonn og hugnaðu sær í góðveðrunum.

Bilførarin verður skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað lastina ordiliga, so hann fær eina bót.