Tað er so ymist, hvussu lívið lagar seg hjá fólki.
Summi sleppa at spasera gjøgnum lívið og møta fáum ella smáum trupulleikum.
Men so eru tað, sum av eini ella aðrari orsøk hava møtt stórum trupulleikum og tí ikki hava megnað at fóta sær, sjálvt um tey framvegis hava dreymar.
Fimm slík fólk eru ramman í leikinum Myrkursins børn, sum varð frumsýndur á Tjóðpallinum leygarkvøldið.
Tey liva ikki júst tað sunna lívið, men vitinum bagir einki, og tey gera viðkomandi viðmerkingar til hetta og hatta.
Bumban brestir
Ein dag verður ein maður funnin deyður á gamla kirkjugarðinum, har tey halda til, og tá brestir bumban:
Anna avdúkar, at systir hennara sum barn varð misbrúkt av einum skyldmanni, og tað var Anna vitni til, men hon slapp sjálv undan. Systirin Maria endaði við at taka lívið av sær.
Anna brigslar bæði sær og øðrum, at eingin segði frá. Hon fer eisini beint eftir kvinnuliga prestinum, sum Maria í sínari tíð læt seg upp fyri. Presturin gjørdi einki og fór ikki víðari fyri at hjálpa gentuni.
Hetta var ein sterk løta á Tjóðpallinum, og meira enn so hoyrdust snís frá áskoðarum. Hvør veit, um ikki onkur kendu seg rakt, ella tey hava verið fyri líknandi upplivingum?
Myrkursinsbørn viðger eitt sera viðkvamt evni, sum fyri tað mesta verður skumpað undir gólvteppið. Boðskapurin er greiður: Sig frá, ongantíð ov skjótt.
Gott spæl
Spælið gongur skjótt og væl. Tað er kanska ikki rætt at taka nakran leikara frammum, men eg kann kortini ikki lata vera við at nevna Beintu Clothier fyri framúrskrandi avrik.
Súsanna Tórgarð, sum bæði hevur skrivað og leikstjórnað vil við leikinum eisini gera eina viðmerking til niðurgerandi fatanina av evninum um kvinnur og fosturtøku. Fleiri dømi eru um gentur, sum hava verið fyri neyðtøku og vorðnar við barn. Tað hava eisini verið blaðungar gentur, sum eru komnar fyri barn og í loyndum eru sendar av landinum.
Saman um tikið er leikurin eitt meistaraverk.