Torfinn Hentze,
starvsnevndarlimur í Javna
Skal einstaklingurin lagast eftir kørmunum, sum sosiala lógarverkið ásetur - ella skal sosiala lógarverkið og harvið karmarnir lagast eftir einstaklinginum?
Tað verður ofta sagt, at tá talan er um menniskju, eru øll originalar, har finnast ongi kopiir. Vísdómsorð. Men.....
Originalar ella ikki. Í hvussu so er, eru menniskju ymisk - við ymiskum tørvum. Eisini menniskju, sum bera brek, eru ymisk - við ymiskum tørvum. Eisini menniskju við sama breki eru ymisk - við hvør sínum ymisku tørvum. Hóast menniskju, ið eru darvaði av menningartarni, ofta verða nevnd í einum bólki sum "tey menningartarnaðu", so eru tey hvør sær ótrúliga ólík - og kunnu hvør sær hava ótrúliga ymiskar tørvir.
Tað sosiala lógarverkið - tað vil her siga sosialar lógir, kunngerðir, reglar og mannagongdir - er grundarlag og karmur um øll tey ymisku tilboðini, sum á ymiskan hátt eru ætlað at nøkta tørvin hjá tí einstaka.
Verður hugt eftir endamálsgreinum í sosiala lógarverkinum, so eru tær so væl orðaðar, at tær nøkta ella umfata ein hvønn sosialan tørv, hóast ymiskleika einstaka menniskjans.
Øðrvísi er við einstøku greinunum og orðingunum, sum koma aftaná, og sum í staklutum skulu lýsa, hvussu endamálsgreinin skal røkkast, tó at tær helst í flestu førum eru nøktandi fyri flestu einstaklingarnar.
Tað skerst tó ikki burtur, at tað alt ov ofta hendir, at einstaklingar eru so nógv "øðrvísi", at teir detta niður ímillum og fáa ikki sín serliga tørv nøktaðan til fulnar, vegna tess, at teir ikki kunna koma inn undir einstøku greinarnar og orðingarnar í lógarverkinum, tó at teir heilt greitt eru umfataðir av endamálsorðingini. Tað verður sagt, at tað er ikki heimild fyri nettupp tí tilboðnum, sum er best fyri hann, ella sum honum tørvar. Í staðin verður roynt við onkrum øðrum tilboði, sum heimild er fyri, og sum hann tí má lagast til, hóast øll vita at hetta ikki er nøktandi.
Tað, sum eg royni at lýsa við hesum, er, at tað sosiala lógarverkið, sum nú er galdandi, virkar sum ein karmur, ið ikki hóskar øllum einstaklingum. Summir einstaklingar hóska ella passa ikki inn í hesar karmar vegna sín ymiskleika og fáa tí ikki sín tørv nøktaðan. Verður roynt at tillaga hesar einstaklingar, so teir á onkran hátt fáast at passa inn í karmarnar, kann fylgjan verða, at tørvurin ístaðin fyri at verða nøktaður, sum jú ætlanin var, beint øvugt bara verður øktur ella versnar.
Lógarverkið átti í staðin fyri - ella kanska eisini - at havt møguleika fyri at tikið útgangsstøði í einstaklinginum sjálvum, útgreina hansara tørv/tørvir væl og virðiliga, og við útgreiningini sum grundarlag mynda teir karmar, honum nýtist fyri at fáa sín serliga tørv nøktaðan.
Óivað eru eisini pengar at spara her í longdini.
Royndir okkara gjøgnum tíðirnar og kanska serliga hetta seinasta árið hava víst, hvussu týdningarmikið tað kann vera, at laga tilboðið eftir persóninum í staðin fyri at laga persónin eftir tilboðnum.
Ein nýggj føroysk "Forsorgarlóg" er í gerð. Vónandi fer hon at kunna forða fyri, at nakar fer at detta niður ímillum í sosialu skipanum okkara framyvir.
Lógarheiti.
Sosiala lógin, sum regulerar tilboð og veitingar av ymiskum slag, verður í Føroyum í dagligari talu nevnd "Forsorgarlógin" í Danmark "Serviceloven" og í Noregi "Socialtjenesteloven".
Tað føroyska heitið gevur eitt negativt signal. Gevur einum stakkalakenslur. Kenslu av, at her er talan um tænastur, tú náðiliga kann biðja um. Meðan tað norska og tá serliga tað danska heitið gevur eitt positivt signal. Gevur einum kenslu av, at her er talan um tænastur, tú hevur krav uppá.
Vónandi fær nýggja føroyska "forsorgarlógin" eitt positivari heiti. T.d. "Sosiala Tænastulógin".