Kvinnan er Jórun Askham, okkara mentor og fyrimynd, og helst ein av mest vitandi persónum í Føroyum innan cardiologi, kanska serliga kvinnum og hjartasjúkum. Sjálvsagt var tað hon, ið
tók stig til at seta FÁ 8 á stovn í 2006. FÁ 8 er ein „undirbólkur“ innan Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, ið er fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast innan cardiologiska økið.
Jórun gav fegin av sínu stóru vitan, og hennara undirvísing, ið var merkt av nærlagni, gløgni, nýhugsan og ikki minst humor, var altíð sera áhugaverd og kveikjandi …..
Soleiðis minnast vit Jórun Askham, so livandi, frísk og glað.
Fyri fáum árum síðani skrivaði Jórun masterritgerð um kvinnur og hjartasjúkur. Hendan ritgerð kom fyri kortum í altjóða tíðarritið Journal of Clinical Nursing. Heitið er „The information and support needs of Faroese woman hospitalised an acute coronary syndrome“.
30. mai 2010 skrivar Hanne Valhøj Poulsen úr Randers, sum er Master of Health Nursing, teldupost til okkara sjúkrarøktarstjóra Nainu Túgvustein, at hetta er ein sera flott plasering fyri føroyska sjúkrarøktargransking í altjóða høpi, og hevur sera stóran týdning fyri sjúkrarøktarfakliga økið í Føroyum. So vit eru sera stolt av avrikinum, sum Jórun hevur gjør t, og ynskja hennara familju til lukku við tí. Jórun visti av, at tað fór at verða góðkent til publikatión, men tíverri náddi hon ikki at síggja tað útgivið. Og tað harmar okkum almikið.
Vit hava mist so ótrúliga nógv við Jórun, men tó hevur eingin mist eins nógv og hennara nærmastu, Niels, Rannvá og Durita, sum vóru henni so kær. Má Harrin troysta tykkum í hesi sváru tíð.
Vit minnast Jórun við stórari virðing.
Nevndin í FÁ 8
Marita Mørk Johannesen
Elin Winther Arge
Katrin á Lakjuni
Amy Ljósheim
Hanna Johannesen
Anna Maria Mortensen
Annika á Steig Egholm