Síggi fyri mær henda tignarliga mannin, likamliga merktur av tíðarinnar tonn, ganga inn og úteftir kirkjugólvinum. Hvørt fet er sum ein prædika um trúskap móti kirkjuni og kirkjununnar Harra og Skapara.
Violinspælari av teim stóru verður ein ongantíð, um mann ikki longu er komin væl ávegis sum 10 ára gamal.
Niels Juul er lítil smádrongur, tá hann saman við pápanum, Magnusi Arge, klokkari í Klaksvík frá 1929 til 1960, stetlar í gomlu kirkju í Klaksvík at gera klárt til guðstænastu.
Eins og pápin hevur fingið lagt lag á av svigarpápa sínum, Óla Joensen, Óli klokkari nevndur, klokkari í Klaksvík frá 1887 til 1929, soleiðis hevur Niels Juul fingið klokkaratænastuna bókstaviligani inn við móðurmjólkini.
At hoyra Niels Juul tosa um sína klokkaratænastu, so varð hetta ongantíð rutina, - nei, hvør guðstænasta er nakað serligt: "Som tørstige hjort monne skrige, Alt efter det rindende væld, Så monne og efter dig hige, O Herre, min tørstige sjæl; Thi du er den levende kilde, Og drikke så gerne jeg vilde, For aldrig at tørste igen".
Hjartastreingirnir hjá Niels Juul eru longu stemmaðir eftir kirkjuklokkuni áðrenn 10 ára aldur, og hjartastreingirnir vóru livandi fyri kirkjuni og guðstænustini, í gleði og sorg, til hann nú legði frá sær með alla.
At lýsa Niels Juul Arge er søgan um, tá Christianskirkjan skuldi hava automatiska klokku kanska besta dømið um: Skal klokkan vera automatisk, so er bara at fáa løgini til sálmarnar og prædikuna inn á band eisini, segði Niels Juul.
So nógv legði Niels Juul Arge huga, sál og hjarta í kirkjutænastuna.
Niels Juul var smiðjumeistari í Klaksvík.
Gávurnar til sítt verðsliga lívsyrki komu heldur ikki úr tómum heimi.
Omma hansara Elsa, kona Óla klokkara, er ættað úr Hoygarðinum á Toftum, ommudóttur Dáva Mathiassøn og Christine Joensdatter, sum bygdu Garðar á Nesi, bæði ættað úr Tjørnuvík. Úr Tjørnuvík, um Garðar á Nesi og Hoygarðin á Toftum rennur Miðgerðarblóð til Gerðar í Klaksvík. Tað sum enn sermerkir summi av hesi ætt enn, er at síggja møguleikar heldur enn tí øvugta, hugflog, dirvi og treiskni og ikki minst áræði. Hegni saman við flogviti undrar enn verkfrøðingar um valaverk Frammi við Gjónna; tí út í oyðina fóru teir, sum til Akrar, Slættanesar, Hvítanesar og Fram við Gjónna.
Av Hólalagnum í Hvalba og Kjalnesi í Kollafirði, Andrass Mortanssonur og Elspa Danjelsdatter, tey bæði sum bygdu Argir, hevur Niels Juul sínar ánir í faðirlegg. Eftirkomarar teirra eru júst kendir fyri dygdir av sama slagi og økjum sum Miðgerðarfólki. Um ættin á Kjalnesi og Miðgerði í Kollafirði rennur saman, havi eg onga vitan um.
Niels Juul Arge var eitt prýði fyri Klaksvíkina og Christianskirkjuna; stillførur, hógligur og útsrálaði eina virðing sum fáum er untur.
Men fólk tóku bara feil av Niels Juul eina ferð. Hann legði ikki fingrarnar ímillum, tá okkurt var á vási sum gekk hansara áskoðan ov nær. Sum eg kenni tað aftur úr Hoygarðsfamiljuni á Toftum og fólki sum hava sínar ánir úr Andrassarstovu á Argjum.
Tá bispur úr Danmark skuldi hava guðstænastu í Christianskirkjuni, beint eftir at donsku bisparnir høvdu skrivað ritual til kirkjuliga vígslu av homofilum, tá noktaði Niels Juul Arge at gera tænastu.
Bispur í Tórshavn sá hetta ikki sum nakran trupulleika, hóast urguleikarin gjørdu tað sama, tí hann kundu saktans manna kirkjuna við "tænarum". Hann fekk sjálvan pápan til okkara musikalska Teit at spæla urguna. Klokkarin skuldi jú bara trýsta á knøttin.
Eina stilla løtu saman við pápa mínum, Olafi Sv. Petersen, sum er systursonur ommu Niels Juul, Elsu, f. Heinesen í Hoygarðinum á Toftum, minti pápi mín meg á ein sunnumorgun, tá hann var á veg í kirkjuna í Haldórsvík sum deknur, eftir at ringt var aðru ferð, og kom í prát við klokkaran, Heindrik í Heinastovu á Kirkjubrúnni um Kluftá.
Áin hon kvæð sítt lag, men knappliga hoyrdist mín barnarødd syngja: Den store Mester kommer, Fuldkærlig erhans Id, Han sidderved Smeltediglen, Og lutrer Sølvet med Flid.
Eg var í hylinum við brúnna at hyggja mær eftir bátinum.
Pápi upplivdi løtuna sum áin broytti sítt vanliga lag til undirspæl til mína barnatungu til sálman.
Í skrivandi stund kenni eg meg meiri sum andaligan frænda við Niels Juul enn skyldmann, uttan samanbering annars við kempuna Niels Juul Arge.
Hvíl í friði kæri frændi til vit síggjast aftur í dýrdini.
Tá eg eri í Haldórsvík, míni føðibygd, so gleðist eg um, at klokkaratænastan enn er í Heinastovu.
Ólavur