Tanja Skaalum setti met við tíðini 2:09.04. Cecilia Eysturdal, Ægir, átti metið frammanundan. Á Meistarastevnuni fyri ung í vár svam hon teinin við tíðini 2:09.46.
Jón Bjarnason, venjari, sigur, at Tanja Skaalum er serliga góð í bringusvimjing, og tí var tað stuttligt, at hon setti nýtt met í 200 metra frísvimjing.
- Eg visti ikki, at hon hevði sett met, tá hon kom úr hylinum. Tað verður áhugavert at fylgja henni í framtíðini, sigur hann við svimjing.com.
13 ára gamla Tanja Skaalum hevur junioraldur næsta ár, og tí er úrslitið sera flott.
Svimjisambandið setti sum kravtíðina til NJM í desember at vera 2:14.84 til yngra juniorárgangin. 2:11.30 er kravtíðin til eldru juniorarnar.
Tanja Skaalum er tvey sekund skjótari enn harðastu kravtíðina, men hon er ov ung til at taka lut á NJM.