Síðani live-fløgan frá Prix Føroyar finaluni kom á marknaðin, eru tað fleiri av løgunum á fløguni, sum hava sligið ígjøgnum. Mr. Headless hjá Flux hevur leingi ligið ovast á listanum í útvarpssendingini 15 teir bestu, og sangurin, Einglanna hav, hjá Tangz hevur eisini roynst drúgvur í júst somu sending.
Til Klaksvíkar at taka upp
Í næstum fara teir fimm limirnir í Tangz: Halgir Arge, Hallur Johannesen, Rói Christiansen, Rókur Jakobsen og Dánjal á Neystabø, í studio, har teir skulu spæla inn eina EP við fýra løgum. Upptøkurnar fara í gongd seinni í hesum mánaðinum, tá ið teir tríggir Halgir, Rókur og Dánjal hava fingið sítt studentsprógv, og fara upptøkurnar fram í Studio Pegasus í Klaksvík.
Rókur Jakobsen sigur, at tað helst er gløggast av teimum at fara í upptøkuhølini í Klaksvík, tí har er ikki so stórur møguleiki fyri at vera órógvaður av øðrum tingum, sum tað kundi verið, um upptøkurnar fóru fram í Havn, har teir allir fimm búleikast til dagligt.
Fyribils hevur Tangz bílagt Studio Pegsus í seks samdøgur. Rókur sigur, at EPin fer at hava fýra løg, og teir hava sett ein dag av til innspæling av hvørjum lag. Tað kann vera, at upptøkurnar fara at taka longur enn teir seks dagarnar, men Rókur sigur, at um so verður, so er einki at gera við tað, tí fløgan skal vera dygdargóð og ikki bert ein lappaloysn, sum teir sjálvir ikki eru nøgdir við.
Alt á føroyskum
Tey fýra løgini, sum koma at verða á nýggju EPini hjá Tangz, eru øll á føroyskum. Rókur Jakobsen sigur, at hjá teimum er tað ein sjálvfylgja at gera tónleik á føroyskum, tí teirra tilfar er jú ætlað føroyska marknaðinum. Av teimum fýra løgunum, sum koma at vera á nýggju EPini, er tað eina spildurnýtt, meðan hini vera løg, sum hava verið spæld til eitt nú Prix Føroyar. Rókur leggur tó dent á, at Einglanna Hav ikki verður á EPini, sum enn ikki hevur fingið nakað heiti.
Tað eru teir allir fimm, sum smíða tónleikin hjá Tangz. Ikki kann sigast, at tað er ein, sum ger løgini, meðan ein annar ger orðini, sigur Rókur, tí sum oftast eru tað vit allir, ið gera tað í felag. Tó leggur sangarin í Tangz aftrat, at hevur ein av okkum upplivað okkurt serligt, antin gott ella ringt, so er hann vælkomin at festa tað niður á blað, so at hinir kunnu arbeiða víðari við tí.
Nógv eftirspurdir
Tað er einki dulsmál, at Prix Føroyar finalan hevur havt eitt stórt søluvirði fyri unga havnarbólkin. Síðani finaluni hevur stórur eftirspurningur verið eftir at fáa Tangz at spæla kring landið, og Rókur greiðir frá, at fyribils eru teir bundnir av uppgávum her heima heilt fram til september mánaða.
Teir fimm limirnir í Tangz ætla sær annars at gera so nógv sum gjørligt við tónleikin tað næsta árið, og hetta merkir millum annað tað, at eingin av teimum fer undir víðari lestur nú í summar, hóast onkur kanska hevði hug til tað.
Sum áðurnevnt, so vera Rókur, Halgir og Dánjal klaktir sum pisur í komandi viku, meðan bæði Rói og Hallur hava longu fingið studentsprógv. Rói starvast til dagligt í einum barnagarði, meðan Hallur roynir eydnuna sum tónleikari burturav. Tá ið summarfrítíðin er farin aftur um bak, hava teir fimm sett sær fyri at royna at arbeiða við tónleik í størst møguligan mun og at hava so lítið sum gjørligt at øðrum arbeiði. Teir eru allir sera fegnir um, at teir kunnu sleppa at gera tað, sum teir so fegin vilja og elska. At tað hjá Róki, Halgir og Dánjali í løtuni kann vera eitt sindur trupult at savna tankarnar um lærubøkurnar er ikki torført at ímynda sær, men Rókur sigur tó, at tað fer nokk at ganga.
Annars ætlar Tangz sær at taka lut í árligu ólavsøkukonsertini, og hetta vóna teir verður eitt kærkomið høvi til saman við áhoyrarunum at fegnast um nýggju EPina.
Við í norðurlendskum tiltaki
Seinni í ár skal Tangz vera við í einum størri norðurlendskum tónleikatiltaki. Rókur Jakobsen sigur, at enn vita teir ikki so nógv um tiltakið, burtursæð frá at tað eru fleiri ungir norðurlendskir tónleikabólkar, sum savnast fyri at vita, hvussu teirra tónleikur líkist, og hvat tey hava at geva hvørjum øðrum.
Fyribils er tað tó nýggja EPin, sum stendur ovast á listanum hjá vælumtókta bólkinum Tangz, og tað verður spennandi at hoyra úrslitið, tá ið tað kemur á marknaðin beint undan ólavsøku. Tað verður Trýarin í SMS, sum fer at framleiða og standa fyri søluni av fløguni.