HM Bólkur F
Við einum framúrskarandi skoti stutt undan steðginum, gjørdist Kaká stóra hetjan á brasilska landsliðnum, sum enn eina ferð legði frá landi við einum sigri í HM-endaspæli.
Talan var tó langt ífrá um nakran sannførandi samba-fótbólt, sum sendi Kroatia stigaleyst av vøllinum. Fyrra helming av dystinum komst yvirvágin kanska eins nógv av ovurstóru virðingini, sum kroatar høvdu, men brasilsku royndirnar vórðu fyri tað nógva avmarkaðar til skotroyndir úr hampiligari fjarstøðu.
Stutt undan steðginum kom tó hol á eftir júst slíka støðu. Verjan bakkaði, tá Kaká nærkaðist brotsteiginum, og so hálvgum kíndi hann bóltin upp í hornið við hálvkalda vinstrabeininum.
Eftir steðgin gekk tó alt meira fyri seg á brasilsku hálvuni. At ein linligur Ronaldo varð skiftur út við Robinho, munaði ikki tað heilt stóra, og ein útjavning gjørdist alt sannlíkari.
Nærri enn næstan kom Kroatia tó ikki, men tað er einki at ivast í, at miðlarnir eftir dystin verða harðari við vinnandi liðið heldur enn tapararnar. Hjá Brasil er ein sigur í sjálvum sær ikki nóg mikið. Talan skal samstundis vera um spruttandi álopsfótbólt, um viðhaldafólkini skulu vera nøgd, og tað var tað ikki hesaferð.