Dysturin millum Iraklis og Aris í griksku fótbóltskappingini um vikuskiftið mátti steðgast, eftir at ein áskoðari hjá Iraklis hevði gjørt seg inn á málmannin hjá Aris. Áskoðarin rann inn á vøllin tíðliga í dystinum og sló málmannin hjá Iraklis. Dysturin varð steðgaður í 45 minuttir, men so varð spælt víðari, og úrslitið gjørdist 2-2.