Tangavirkið ger rekkverk til Kelduna

Tangavirkið í Vági ger nógvar ymiskar uppgávur, eins og virkið hevur verið partur av nógvum verkætlanum.

Tangavirkið í Vági, sum hevur fleiri mans í starvi, er ein fleksibul smiðja og dyggur veitari í breiðum høpi - alt frá byggivinnu um fiski-og alivinnu til privat viðskiftafólk sum ynskja, at ketilin verður skiftur.

 

Tangavirkið er eisini ein handilsfyritøka, sum selur hvs og ymiskt annað, ið hevur við hvs-arbeiði at gera.

 

Gjøgnum árini hevur fyritøkan gjørt nógvar ymiskar uppgávur, eins og Tangavirkið hevur verið partur av nógvum størri og smærri verkætlanum - ikki bara í Suðuroy, men eisini kring um landið.

 

Tangavirkið er eisini kent fyri sína framleiðslu av eitt nú gelendarum, rekkverkum, trappum, dragarum og ymiskum øðrum úr jarni og stáli. Sum navnið sigur, fevnir ein partur av framleiðsluni og umsetninginum eisini um stórar og smáar tangar.

 

Tá in.fo vitjaði í Vági fyrr í hesi vikuni, vóru teir á Tangavirkinum í holt við at gera eina røð av gelendarum ella rekkverki til Kelduna í Skálafirði.

 

Hetta er rekkverk, sum skal brúkast innandura í samband við frítíðarskúlan, sum Keldan er í holt við at byggja út í stóra bygninginum hjá samkomuni í Skálafirði.