Tangaskipið Key Fighter hevur í kvøld siglt á ein flúr út fyri Røst í Lofoten. Tað sigur bjargingarsentralurin í Norðurnoregi við Avisa Nordland. Sambært heimasíðuni eru fleiri skip á veg til hjálpar, og millum hesi er eisini ein sleipibátur.
Sum skilst, er støðan í løtuni ógreið, men sambært heimasíðuni er ikki vandi fyri manningini umborð á Key Fighter, sum Fjord Shipping í Måløy rekur. Sagt verður, at klokkan 23.35 lokala tíð kom KNM Skjold á leiðina og byrjaði bjargingararbeiðið.
Sambært bjargingarsentralinum í Norðurnoregi eru eisini KV Svalbard, KNM Thor Heyerdahl og KNM Bison á veg á leiðina, har skipið stendur. Advokaturin, Hugo Matre, sum umboðar reiðaríið, heldur ikki, at fiskaolja, sum skipið siglir við, er likin í havið.
Nýggjasta: Stutt eftir midnátt í kvøld váttaði advokaturin, at tað hevur eydnast at hála stívliga hundrað metrar langa Key Fighter av aftur flúrinum, og øll manningin á 13 er í góðum hondum.
- Skipið er leyst og siglir nú við egnari hjálp til Røst, har lagt verður til bryggju. Í morgin fara kavarar niður at kanna, hvussu vorðið er við botninum, leggur advokaturin, Hugo Matre, aftrat.