Gjáramorgunin stevndi tangaskipið Bothnia inn á Vág. Ørindini vóru at vitja á Vági við olju til Vágsverkið hjá SEV.
Men uttarliga á Vágsfirði rendi skipið á aliringar hjá Bakkafrost. Skipið sigldi gjøgnum fleiri aliringar, ið fingu skaða.
Laksur var ikki í aliringunum.
Á myndini, sum er tikin á middegi í gjár, liggur Bothnia við sonevndu oljubryggjuna í Vági, og er í fer við at lata SEV olju.