International Maritime Bureau sigur í kvøld, at sjórænarar hava rænt eitt tangaskip úti fyri nigerisku strondini. Skipið, sum eitur Halifax, er skrásett á Malta, og manningin telur 25. Alt bendir á, at skipið varð rænt longu sunnudagin, tí eingin hevur frætt frá skipinum síðani tá.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at sjórænarar gera um seg í Guineaflógva. Sjórænararnir har plaga at leggja seg eftir skipinum og farminum, men teir plaga ikki at taka gíslar, sum teir somalisku sjórænararnir gera, sigur IMB. Trygdarfyritøkan AKE væntar, at sjórænararnir fara at sleppa tí maltesiska skipinum, tá teir um nakrar dagar hava fingið oljuna úr tí.
Tey flestu farmaskipini, sum sigla ígjøgnum Guineaflógva, sigla við olju, málmi og landbúnaðarvørum, og tann veksandi óttin fyri sjóráni er ein bági fyri handilin við hesum vørum, verður sagt.