Evropeisk herskip, sum eru á vaktarhaldi við eysturafrikonsku strondina, siga, at sjórænarar hava rænt eitt tangaskip í Reyðahavinum. Skipið er skrásett í Marshalloyggjunum, og manningin, sum telur 18, er úr Filipsoyggjunum.
Sambært tíðindunum vóru sjórænararnir vápnaðir við hondvápnum, tá teir lupu á og tóku skipið sunnumorgunin.
Herskipadeildin hjá ES, sum roynir at avmarka virksemið hjá sjórænarunum úti fyri eysturafrikonsku strondini, sigur í einari fráboðan, at deildin royndi at hjálpa tangaskipinum, men at tað kortini eydnaðist sjórænarunum at taka ræðið umborð á skipinum.