Eitt tangaskip úr Japan varð í síðstu viku fyri álopi í Hormuz-sundinum, og nú er greitt, at talan var um eina yvirgangsatsókn. Tað skrivar almenna tíðindastovan á Sameindu Arabisku Emiratunum og endurgevur fólk, sum hava kannað tilburðin.
-Ein kanning, sum serkønir bólkar hava gjørt, hevur avdúkað, at tangaskipið var fyri einari yvirgangsatsókn, sigur ein ónevndur talsmaður fyri sjóverjuna. Hann sigur, at kanningarmenninir funnu spor av spreingievnum á stýriborðssíðu á skipinum.
Spreingingin var so mikið hørð, at hol kom á skipið.
Fyri tveimum døgum síðani kunngjørdi al-Qaeda, at felagsskapurin hevði søkt at einum tangaskipi við Persaflógvan.