Tangar til alislógv

Seks stórir tangar til at goyma alislógv í, er komnir til Eiðis, har teir verða settir upp við virkið hjá Salmon Proteins, sum fer at viðgera slógvið, áðrenn tað verður útflutt

Eiði:Seks rættiliga stórir tangar komu um dagarnar til Eiðis. Teir eru keyptir úr Noreg og Svøríki og vórðu fluttir higar á einum prámi, sum ein sleipibátur hevði afturút.
Teir verða settir upp sunnan fyri virkisbygningin hjá Salmon Proteins, sum fer at viðgera slógv frá alifiski. Bæði fra sjúkum fiski og tað, sum kemur frá frískum fiski.
Jógvan Emil Nielsen, stjóri á Salmon Proteins, sigur, at teir hava keypt hesar tangarnar brúktar, tí tað er rættiliga stórur munur á tí og at gera nýggjar tangar. Men hann leggur dent á, at eingin ivi er um, at tanganrir eru tryggir.
Fýra av tangunum rúma umleið fimmhundrað rúmmetrum, og hinir báðir umleið tveyhundrað rúmmetrum hvør.
?Tað er umleið sama tal í tonsum, greiðir Jógvan Emil Nielsen frá.
Umframt at hava umhvørvisligar fyrimunir við sær, fer virkið eisini at hava aðrar fyrimunir, sigur stjórin. Teir fara at savna slógvið, sum so kann flytast av landinum í stórum nøgdum. Tað fer at bera til at fáa heil tangskip í senn og ikki sum nú, tá hvør einstakur alari sendir smá kør við slógvi av landinum. Fyrimunurin við flutningskostnaðinum verður eyðsýndur, sigur Jógan Emil Nielsen.
Virkið fer væntandi í gongd heilt skjótt. Í grundini er klárt, tá tangarnir eru settir upp, sigur stjórin.
Tað er lastbilafyritøkan hjáHans Egili Joensen og synum á Eiði, sum hava fingið uppgávuna at savna slógvið kring landið og koyra tað til Eiðis. Til tess hava teir fingið sær serútgerð.