Í longri tíð hava herverk verið framd ymsa staðni á Sandoynni, og ein familja, sum veruliga hevur kent sviðan av hesum, eru hjúnini Anna og Eyðfinnur Stórá í Skopun. So ofta er herverk framt móti ognum teirra, at Eyðfinnur Stórá ivast ikki longur í, at tað man vera persónligt.
- Tað byrjaði í jólavikuni við, at herverk varð gjørt móti bilinum hjá mær, og um nýggjársleitið varð postkassin sprongdur í luftina, sigur hann.
Nakað herfyri keyptu tey ein brúktan komfýr, sum skuldi setast í barnaheimið hjá Onnu á Sandi. Komfýrurin stóð í nakrar dagar innpakkaður uttan fyri hús teirra í Skopun.
- Tíðliga sunnumorgunin í hinari vikuni hava teir verið og koppað og brotið komfýrin, sigur Eyðfinnur Stórá.
Eyðfinnur og Anna Stórá eiga barnaheim hennara á Sandi. Húsini standa undir Skarði.
Leygarmorgunin ringdi ein granni á Sandi og boðaði frá, at ein rútur í húsunum var brotin. Eg fór heim á Sand at hyggja, og tá taldi eg ellivu brotnar rútar, sigur Eyðfinnur Stórá.
Inni í húsunum eru nógvir gamlir lutir, og Eyðfinnur Stórá ber ótta fyri, at inni eru skaðar hendir, tí ættin hevur ligið beint á. Hann hevur ikki viljað farið inn, fyrrr enn politiið hevur verið og hugt at húsunum.
Fyribils er bara sligið upp fyri brotnu rútarnar.
Eyðfinnur Stórá er ikki greiður yvir, hvørjir ótangarnir eru, men hann gitir, at tað eru ung fólk, sum einki hava at taka sær til.
Tað eru ikki bara tey, sum hava verið offur fyri herverki. Ein dag var ein bátur rendur á sjógv.
- Vit vita, sum nevnt ikki, hvør hevur gjørt alt hetta, og sjálvt um onkur veit, siga tey tað ikki, sigur Eyðfinnur Stórá.
Tað eydnaðist ikki í dag at fáa at vita frá politinum í Sandoynni, um nakað nýtt er í málinum.