Aftur hetta vikuskiftið hava ótangar gjørt seg inn á jólatræið á Vaglinum í Havn.
Eins og seinasta vikuskiftið ? og uttan iva næsta vikuskiftið við ? hava ótangar gjørt seg inn á jólatræið í Havn. Einar 70 ? 80 perur eru tiknar úr ketunum og syndarligu restirnar sløddust í morgun á Tinghúsvøllinum og har um leiðir.
Umframt at taka perur úr ketuni, er eisini herverk gjørt á ketuna, so meginparturin av perunum ikki lýsa.
Eftir seinasta vikuskiftið segði Esmar Andreasen, formaður á gøtuljósadeildini hjá Tórshavnar Kommunu við Sosialin, at fleiri perur vóru tiknar, og at onkur eisini hevði skorið ljósketuna í fleiri petti.
Hann segði eisini, at tað altíð eru tær niðastu perurnar, sum hvørva, meðan sjálvt træið plagar at fáa frið.
Men hetta er ikki heilt vandaleyst.
- Tað er ikki heilt vandaleyst, tá ið ljósperur verða tiknar úr. Kemur eitt barn og stingu fingurin í fatningin, fær barnið elektriskan stoyt, tí streymur er á, segði Esmar Andreasen við Sosialin mánadagin.
Hvussu nógv herverkið kostar kommununi hvørt vikuskiftið, er ikki greitt. Men sum ein maður segði á Vaglinum í morgun, at tað eru onkur foreldur sum áttu at tosað meira við børn síni um slíkt og lært tey ganska almindiligt uppdragilsi.