Tangafjørður fyllast út til flogvøll

Gamli politikarin fyri Fólkaflokkin, Olaf Olsen, heldur, at tað kundi verið vert at kanna um tað ber til at brúka grótið úr ætlaða undirsjóvartunlinum ímillum Eysturoy og Streymoy til flogvøll á Tangafirði

Ber tað til at gera ein stóran, altjóða flogvøll á Tangafirði?

Tað var ein spurningur, sum gamli fólkaflokspolitikarin, Olaf Olsen, reisti á landsfundi í Fólkaflokkinum leygardagin.

Tað var í sambandi við kjakið um møguleikarnar at gera ein altjóða flogvøll í Føroyum, at hann reisti spurningin.

Olaf Olsen sipaði til, at í næstum skal undirsjóvartunnil gerast ímillum Eysturoy og Streymoy.

-Tað er eitt øgiligt grót, sum kemur úr einum slíkum tunli, staðfesti hann.

Hann spurdi um tað ikki er vert at umhugsa, at kanna eftir, um tað grótið kann brúkast til at fylla Tangafjørð út við.

Hann sá fyri sær, at grótið kundi brúkast til at fylla út, heilt frá Raktanga og út á flesjarnar.

Á fløtuni, sum kom burturúr, kundi so ein altjóða flogvøllur upp á einar tríggjar kilometrar verið lagdur.

Hann legði eisini dent á, at hann ánaði ikki um hetta yvirhøvur bar til, hvørki tekniskt ella fíggjarliga.

- Men viðhvørt ræður um at hugsa stórt, helt hann.

Hann vísti eisini á, at ein slíkur flogvøllur hevði ligið niðri við sjógv, har sýnið var best.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, vísti á, at tankin hevur verið á lofti, men fyribils sá út til, at ein slíkur vøllur hevði ikki lokið krøvini frá altjóða loftferðslumyndugleikum, sum tað skiltist á honum, meinti hann við krøvini í sambandi við flúgving til og frá vøllinum.



O