Minst 60 fólk lótu lív, tá tveir tangabilar við bensini fóru í luftina har norðuri í Afghanistan. Sjónvarpsstøðin Al-Jazeera sigur frá eygnavitnum, at menn hjá Taliban høvdu tikið teir báðar tangabilarnar og vóru í ferð við at lata fólki bensin, tá bilarnir brádliga fóru í luftina.
Løgregluovastin í landspartinum sigur, at tað vóru flogfør hjá NATO, sum bumbaðu tangabilarnar.
Ein talsmaður hjá NATO-deildunum vil ikki vátta tíðindini, men hann viðgongur, at NATO-flogfør søktu at Taliban har á leiðini, tá tangabilarnir sprongdust.