Tamra Rosanes umborð á Norrønu

Bara sjálv undirskriftin restar í, og nú tora tey á Smyril Line at borðreiða við høvuðsnavninum á country-túrinum 4. til 8. juni skipar Smyril Line fyri árliga country-túrinum, og hesa ferð verður meira gjørt burturúr, enn nakran tíð áður.

Høvuðsnavnið á ferðini verður nevnliga Tamra Rosanes, sum veruliga telist millum tey stóru innan country-tónleikin.

 

- Vit halda at tíðin er komin, til at vit gera eitt sindur meira fyri teir trúðføstu Countryfjepparirnar, sum vit hava umborð til okkara árliga Countrytúr, sigur Jákup Sverri Kass, Sølu og Marknaðarleiðari á Smyril Line.

 

- Í ár hava vit gjørt nógv burturúr, mánadagin fara vit at almannakunngera øll nøvnini sum verða við á Countrytúrinum . Næstan alt er komið uppá pláss, vit mangla bert tær seinastu undirskriftirnar, sigur Jákup Sverri Kass.