Tamra Rosanes til Sørvágs

Amerikanski counrysangarin, sum býr í Danmark, Tamra Rosanes, verður ein av teimum, sum fer st syngja og spæla á Sørvágs Country- & Blues stevnuni, sum verður 7. og 8. juni.

 

Tamra Rosanes er vælkend her í Føroyum og hon hevur eisini havt konsertir her áður.

 

Hon byrjaði sína yrkisleið fyrst í sjeytiárunum og í 1976 gav hon sína fyrstu plátu út.

 

Síðani tá hevur hon givið eini 20 plátur og fløgur út, seinasta var í 2009 tá “A Green Tomorrow Today” kom út. Men í 2012 kom ein savnsfløga út við hennara bestu løgum hesi 40 árini, hon hevur verið virkin.

 

Fyrireikararnir siga, at Tamra Rosanes dugir væl at fáa lív í eina áhoyrarafjøld og tað fer hon at vísa á Dungasandi í Sørvági.

 

Eitt annað orkestur, sum er kent í Føroyum, Tinganest, við teirra sermerkta ljóði, verður eisini at hoyra á stevnuni í Sørvági.

 

Fyrsta útgávan hjá Tinganest var eitt kasettuband, sum kom út í 1983 og síðani hevur gingið upp á stás hjá teimum.

 

Teir eru garvaðir tónleikarar, ið spælt á einum ótali av konsertum í øllum møguligum høpi.

 

Við hesum eru 10 einstaklingar og bólkar klárir til countrystevnuna í Sørvági. Tey eru Eve Selis, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Uni Debess, Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson, Blátt Gras og so Tinganest og Tamra Rosanes.