Tað vóru genturnar umborð á Tambar, sum vóru tær knáastur, tá ið genturnar í 5-mannaførum kappaðust.
Stóran part av teininum var Blikur av Argjum fremstur. Tambar vildi ikki sleppa Bliki, munurin tók so at minka, og so við og við var tað Tambar, sum togaði seg framum Blik.
Á málinum var munurin ein skut ella so.
Beinta tók silvurplássið í stórari kapping við Dreka, og eitt vet aftanfyri var Báran.
1 Tambar 05.20.03
2 Blikur 05.21.38
3 Beinta 05.23.13
4 Drekin 05.23.21
5 Báran 05.24.35